Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Korona: Skúlar og Dagstovnar

Jóhann Lützen

Mælt verður til at skúlar og dagstovnar, har smitta ikki er staðfest, opna sum vanligt ímorgin

Karl Johansen, borgarstjóri vendi sær til Norðlýsið, at kunna um hvussu verður við skúlunum og dagstovnunum í morgin. Borgarstjórin vísur til eitt skriv hann hevur fingið frá kommunufelagnum í dag, sí niðanfyri.

 

Fleiri fyrispurningar hava verið hvørt almennu tilmælini viðvíkjandi dagstovunum og skúlum verða broytt nú 16 nýggir tilburðir eru staðfestir seinasta døgnið.

Í hesum sambandi hevur fundir verið millum Mentamálaráðið, Undirsvísingarstýrið, Kommunufelagið og heilsufakliga myndugleikan.

Mælt verður til at skúlar og dagstovnar, har smitta ikki er staðfest, opna sum vanligt ímorgin. Vegleiðingin frá korona ráðgevingini viðvíkjandi dagstovnum, frítíðarskúlum og fólkaskúlanum verður ikki broytt. Vegleiðingin sum var send út í mai 2020 er sostatt framvegis í gildi (Sí viðfest).

Tó er umráðandi at halda seg til tilmælini, og sýna varsemi komandi dagarnar, til staðfest er hvussu stóra útbreiðslan av smittu er.