Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið harmast útsøgn hjá tíðindamanni um Jóannes Eidesgaard

John William Joensen

Liljan Wejhe, tíðindaleiðari í Kringvarp Føroya, sigur at hon vegna KVF hevur ringt til Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi Løgmann og givið honum eina umbering fyri óhepnu viðmerkingina hjá Høgna Mohr, sum var endurgivin á Nordlysid.fo

Eg havi vegna KVF sagt við Jóannes Eidesgaard at vit sjálvandi lurta eftir tí kritikki sum fólk hava at bera okkum og viðmerkingin sum Norðlýsið endurgav fyrrverandi løgmann fyri at siga, var sera viðkomandi.

Men aftursvarið hjá tíðindamanninum, Høgna Mohr, kann als ikki góðtakast og tí havi eg sum sagt vegna Kringvarpið givið Jóannes Eidesgaard eina umbering.