Kunningarstovunar venda tummulin niður til miðasavningaruppskotið hjá Poul Michelsen, sum ætlar at savnað alt menningararbeiði innan innlendis ferðavinnu á Visit Faroe Islands í Tórshavn
Á tingfundinum í dag verður 1. viðgerð av Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands (innlendis menning og nýggj stuðulsskipan).
Poul Michelsen, landsstýrismaður í ferðavinnumálum hevur ætlanir um at miðsavna menningararbeiði viðvíkjandi innlendis ferðavinnu í Visit Faroe Islands (VFI), sum liggur í Tórshavn.
Kunningarstovunar kring landið, harímillum Tórshavn hava allar skrivað undir felags hoyringsskriv, sum finst at ætlanunum hjá landsstýrismanninum.
Úr Hoyringsskrivinum frá Kunningarstovunum í Føroyum stendur m.a.:
– Kunningarstovurnar eru ikki samdar í, at játtanin, sum landið letur økisfeløgunum, skal fella burtur ella verða brúktur til at reka Menningardeildina fyri.
– Í viðmerkingunum til uppskotið halda vit tað vera óheppið, at hugburðurin sum heild er sera miðsavnandi. Fyrst við at alt menningararbeiði verður savnað á einum stovni í Havn, og at ætlanin er at allur stuðulin verður játtaður av einum centralum stovni, sum ikki hevur neyðuga innlitið í, hvussu støðan er um alt landið.
– Vit halda, tað er vandi fyri, at einans sterkir, centraltbaseraðir aktørar, sum frammanundan eru virknir á marknaðinum, sleppa framat stuðulinum ella uppí áhugaverdar verkætlanir, tí tey longu hava eitt ávíst samstarv við VFI, ella tí at verkætlanin á ein ella annan hátt snýr seg um miðstøðarøkið
– Vit halda, at tað hevur serligan týdning at menna útjaðaran og smápláss eisini, hóast tey ikki hava tær forkromaðu verkætlanirnar ella roynd fólk at orða verkætlanirnar. Ferðafólkini síggja vøkru myndirnar av føroysku (higartil) óspiltu náttúruni, og tað er hetta tey serliga vilja vitja. Tá krevst at serfrøðingarnir á økinum, sum m.a. eru Kunningarstovurnar, sleppa at skapa neyðuga infrakervið, neyðugu tilboðini og at byggja upp eina burðardygga ferðavinnu í útjaðaranum. ‘
– Vit halda m.a. at ein týdningarmikil aktørur sum Útoyggjafelagið eigur at vera nevndur sum samstarvsfelagið, tí tey hava samband við tey fólkini, sum veruliga kenna seg árend av ferðavinnununi, men sum ikki hava fíggjarligu møguleikarnar at seta ferðavinnutiltøk í verk ella fáa vinning burturúr ferðavinnuni.
– Vit meta tað hava týdning, at ferðavinnan er gróðursett í økjunum, og at partar av menningini er decentralt skipað. Heldur enn at niðurleggja økisferðavinnufeløgini og gera Kunningarstovurnar reint kommunalar, mæla vit til at styrkja innlendisferðavinnumenningina við at brúka tær royndir, tann serkunnleika og tað innlit, sum Kunningarstovurnar hava í egin øki, við at tær vera ein virkin partur í økisferðavinnufeløgunum sum konsulentar á økinum, og sum virknir partar í innlendisferðavinnumenningini, har tær kunnu vera við til at gera tilmæli til, hvørji øki (bæði regional øki og virkisøki) skulu styrkjast og mennast, og at gera tilmæli til, hvør skal fáa fíggjarligan stuðul til íverksetan og menning á ymsu økjunum.



