Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Landbúnaðarpolitikkur lagdur fram

Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í m.a. landbúnaðarmálum, var á Búnaðarstevnu í Klaksvík fyrr í dag og legði ein landbúnaðarpolitikk fram.

 

Høgni Hoydal er við á búnaðarstevnuni og hann hevur lagt sítt boð uppá ein búnaðarpolitikk fram. Norðlýsið fekk orð á hann, tá miðmáli var. 

Vit eru endiliga komin fram til, at ein landbúnaðarpolitikkur er orðaður, og komið er fram til hann við at tosa við fólk, sum fáast við landbúnað. Endamálið við politikkinum er, at føroyskur landbúnaður skal vera kappingarførur, hann skal framleiða burðardyggar og heilsugóðar matvørur, og so skal landbúnaðurin skapa veruligar vinnumøguleikar kring landið, sigur Høgni

Fyri at tað ikki bara skal blíva til tos, hava vit sett ítøkilig mál. Eitt nú um at økja framleiðsluna av bæði grønmeti, kjøti, stráfóðuri og mjólk. Hetta skal gerast við at betra um stuðulsmøguleikarnar, útbúgvingarmøguleikarnar og gransking innan fyri landbúnað. Tað næsta, sum hendir, er, at uppskotið fer til hoyringar, og eg fari at kalla allar flokkarnar á tingi saman, og um semja fæst um landbúnaðarpolitikkin, skulu vit gera neyðugu lógarbroytingarnar. Ein av lógarbroytingunum verður um at verja landbúnaðarjørðina, sigur landsstýrismaðurin.

Hetta næsta skal standa fyri mína egnu rokning, men eg haldi, at vit skulu avtaka MVG’ið av føroyskum landbúnaðarvørum fyri at gera tær kappingarførar. Hetta hugsi eg er betri enn at seta fólk til at umsita stuðulsskipanir, og eg eri optimistiskur um, at tað kann bera til. Talan verður tó ikki um at taka allan stuðul burtur; tvørturímóti skal stuðul eitt nú veitast til nýggja tøkni. sigur Høgni Hoydal

Ætlanin er heldur ikki at koma við einum stórum forkromaðum lógaruppskoti, men at implementera landbúnaðarpolitikkin í stigum, sigur Høgni

Uppskotið skal sjálvandi eisini út til almenna hoyring, so tey, sum varða av, kunnu siga sína hugsan. Tað nyttar onki, at vit eru politiskt samd, um ongin annar tekur undir við tí. Men hetta er eitt mál, sum eg hugsi, at tað ber til at fáa semju um, heldur Høgni. 

Vit hava sæð í málinum um burðardygga ferðavinnu, at uppskotið er lagt út sum ein krígsavbjóðing, har partarnir fara niður í hvør sína skotgrøv at mála myndir av hvørjum øðrum, men har hugsi eg, at ferðavinnan skal skipast lokalt, tá tað kemur til, hvar gangast kann og hvar ikki, hvar ferðaleiðari krevst og so framvegis. Hesin landbúnaðarpolitikkurin kann síggjast sum ein háttur at koma víðari frá tí ágangi og retorikki, sum er rundan um ferðavinnuuppskotið, sigur Høgni. 

Tá man fyrst er komin í ringt orð, so er tað torført at broyta aftur, men eg vóni ikki, at mótstøðan móti ferðavinnuuppskotinum fer at ganga út yvir landbúnaðarpolitikkin eisini. Landbúnaðarpolitikkurin er ikki orðaður av mær persónliga, men er komin frá teimum, sum sita við hesum viðurskiftunum í tí dagliga og er ein samansjóðing av tí spjadda landbúnaðarlandslagnum, vit hava. Kanska av tí sama hevur tónin rundan um landbúnaðarpolitikkin verið betri enn tann kring burðardygga ferðavinnu, sigur landsstýrismaðurin

Vit hava sæð stór frambrot innanfyri gastronomi og matstovuvinnu síðstu árini, og tað er m.a. tílíkt, sum landbúnaðarpolitikkurin skal tilgóðasíggja. Og tað verður sum sagt gjørt í stigum og ikki í skundi, men ætlanin er heldur ikki, at fólk skulu sita og bíða leingi eftir honum, sigur Høgni Hoydal við Norðlýsið

Harleywoodpaint