Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Landbúnaðurin í fremstu røð, síðani ferðavinna

Jóhann Lützen

Sum gongdin er í heiminum í dag, so er matvørutrot, og um myndugleikarnir velja at taka fleiri øki frá landbúnaðinum og gera tey til annaðhvørt náttúruøki ella ferðavinnu, so merkir tað, at minni matur verður at fáa. Hetta sigur Niels Pedersen, sum Norðlýsið fekk orðið á á landbúnaðarráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.

 

 

Niels Pedersen er formaður í Óðalsfelagnum, ið eisini luttekur á ráðstevnuni 11th Circumpolar Agricultural Conference í Norðurlandahúsinum. Á ráðstevnuni eru umrødd landbúnaður og burðardygd í ymiskum londum, ið liggja upp móti pólkringinum ella tætt við.

Russland hevði ongi umboð við á ráðstevnuni hesa ferð, í øllum førum ikki fyrsta dagin. Men eitt evni, sum er umráðandi fyri ikki minst Russland í hesum tíðum, men sanniliga eisini fyri øll hini luttakandi londini, er matvørutrygd. Náttúran skal gagnnýtast burðardygt, soleiðis at vit tryggja eina fasta legu, tá tað kemur til matvøruveiting, eisini framyvir.

 

Finland vísir vegin

Niels Pedersen, formaður í Óðalfelagnum, sat undir hvørjum orði á serliga einum fyrilestri, ið var tað finska íkastið hendan fyrsta dagin. Kvinnan, ið helt fyrilesturin, legði eina við, at myndugleikarnir mugu koma út í hvønn krók, har landbúnaður er, at tosa við bøndur og onnur fólk á staðnum, tá landbúnaðarlóggáva skal smíðast. Tílík lóggáva skal ikki verða gjørd sentralt, men við at koma út í útjaðaranum fyri at møta bóndunum har, teir eru. Myndugleikarnir eiga at søkja sær ráðgevingina frá bóndunum og í nærumhvørvinum, har landbúnaðurin er.

– ”Á tann hátt fáa teir at vita frá teimum, sum fáast við landbúnað, hvussu tað skal gerast”, sigur Niels, og tað er ikki leingi fyrrenn komið verður inn á støðuna í Føroyum á hesum øki. Formaðurin í Óðalsfelagnum er greiður og ivaleysur í sínum máli um, at landbúnaðurin eigur at koma fyrst og fremst, og so skal ferðavinna vera hjáframleiðsla (orðarætt verður sagt ”biprodukt”, blaðm.). Hetta tí at tað er mest umráðandi, at nóg mikið av mati verður framleiddur.

Orsøkin til, at tað er so umráðandi, at tey í økjunum verða eftirspurd, er ikki minst fyri at vísa virðing fyri teimum, ið takast við matvøruframleiðslu, og fyri at skapa eitt virðisgrundarlag, sum arbeiðast kann við víðari.

 

Vit eiga at satsa uppá kjøt

– ”Føroyar klára ikki at framleiða alt tað grønmetið, sum tørvur er á í Føroyum, men tá tað kemur til kjøt, so er tað veruliga nakað, vit kunnu satsa uppá”, sigur Niels, og vísir hervið á, hvat Føroyar kunnu og eiga at satsa uppá fyri at gera okkara part, tá tað kemur til burðardygd og at veita matvørutrygd.

Nortið varð eisini í samrøðuni við, at tá ið doktarar og professarar halda fyrilestrar, so liggur støðið ofta nakað omanfyri hugflogið hjá luttakarunum, men hetta hevur ráðstevnan partvíst roynt at taka hædd fyri við nøkrum so forkunnugum sum einum íslendskum docenti og doktara, sum eisini er seyðabóndi. Ikki tað vanligasta samansetingin, má sigast.

Ráðstevnan er tilsamans tríggjar dagar og snýr seg fyrst og fremst um matvørur og matvørutrygd, ikki um eitt nú gongd í haga.