Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrismaðurin í innlendismálum á fjallið

John William Joensen

Tingmenn hava verið rættiliga sintir í morgun, tí landsstýrismaðurin í innlendismálum velur fjallgongu fram um tingarbeiði og John Jóhannesen var rættiliga bersøgin

Tingviðgerin í samband við uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum), sum Tjóðveldi er komið við, var merkt av at løgtingslimir stóðu spyrjandi yvir hvar landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jákup Vestergaard var.

John Jóhannesen í javnaðarflokkinum helt at landstýrismaðurin sýndi beinleiðis vannvirðing fyri tinginum.

– Tað er ómetaliga óheppið at tá eitt so álvarsligt mál – sum hevur uppiborið eina sakliga viðgerð og sum breið semja óivað er um í politisku flokkunum – at ein slík viðgerð verður so ambuter – tí sakkunnleikin og ábyrgdarpersónurin á økinum, landsstýrismaðurin í Innlendismálum ikki er til staðar.

– Vit fáa ikki sett spurningar til mannin tí hann er á fjallið???

– Hann hevur næstan ikki verið í tinginum hesa vikuna hóast fleiri mál sum beinleiðis eru á hansara starvsøkið hava verið til viðgerar.
– Tað er undir allan kritikk at ein persónur sum var litið upp í hendi at vera landsstýrismaður og sum far eina løn sum er væl oman fyri 40.000 krónur um mánaðan – velur tingarbeiði frá – tí hann skal á fjall???

Aðrir tinglimir tóku undir við John Jóhannsen, og tað er ikki ov nógv sagt at baði samgongulimir og andstøða vóru samd í at framferðin hjá landsstýrismanninum var átaluverd.
Alfred Olsen segði at tað at landsstýrismaðurin ikki var til staðar var ein stórur trupuleiki og hevði sabotera fyrstu viðgerðina í tinginum.

Høgni Hoydal vendi spurningin til hvat løgmaður hevði at siga um málið.

Harleyfacadeacryl