Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leicester profilur til Chelsea

Jákup Ósá

Nú hevur Leicester mist sín fyrsta stóra profil.

Nú hevur Leicester mist sín fyrsta stóra profil.

N Golo Kante var ein av stóru profilunum hjá Leicester síðsta kappingarár, tá Leicester púra óvæntað vann meistaraheitið. Hann spældi á verjukenda miðvøllinum og avrikini vóru sannførandi. Hann var millum leikararnar á miðvøllinum hjá Fraklandi í EM endaspælinum í summar. Nú hevur Chelsea, hóast onga Champions League luttøku, fingið eina avtalu í lag við Leicester um, at Kante kann keypast fyri 30 milliónir pund. Tað boðar fleiri miðlar í m.a. Fraklandi frá. Kante væntast at skriva undir við Chelsea ein av komandi døgunum.