Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðari til Heimatænastuna í Eysturkommunu & Fuglafjarðar kommunu

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og framskygdum leiðara at standa á odda fyri Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Starvið
Nú Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava hava skipað samstarv um tænastur innan eldraøkið, er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv, sum leiðari fyri Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, leyst at søkja.

Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Heimatænastuni og teimum stovnum ið eru, og koma, í økinum hjá kommununum. Leiðarin skal tryggja at uppgávurnar verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.

Tú verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, og at menna nýggju umsitingina saman við leiðslunum og starvsfólkunum í kommununum. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv við nýggjum avbjóðingum innan eldraøkið, har tú fært møguleikan at verða við til, at samansjóða allar tænasturnar, ið Heimatænastan hevur at bjóða í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Sum leiðari kemur tú at vísa beinleiðis til stýrið fyri Heimatænastuna, sum hevur evstu ábyrgd av eldraøkinum. Dagliga umsitingin av Heima-tænastuni verður partur av umsitingini hjá Eysturkommunu.


Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a. at:

§ ganga á odda, soleiðis at tænasturnar í Heimatænastani frameftir verða í fremstu røð

§ gera uppskot um bygnað og samansjóðing av øllum tænastunum í Heimatænastuni

§ byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi fyri Heimatænastuna

§ fremja skilagott samstarv og samskifti við politikarar, borgaran, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar

§ tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar, sum samstarvið veitir borgarunum í økinum innan heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður skipað so skilagott sum til ber

§ ráðgeva stýrinum o.ø. og vegleiða í spurning um innan eldraøkið

§ verða skrivari og at føra gerðabók fyri stýrið í Heimatænastuni


Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at tú:

§ hevur viðkomandi hægri útbúgving, ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir.

§ hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Heimatænastuna sum heild

§ ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva

§ ert sjónlig/ur og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum

§ ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og hevur góðar umsitingarligar førleikar

§ hevur førleika at menna samstarvið og samskiftið við politikarar, borgaran, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar


Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 35. lønarflokki hjá Tæn-astumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Lønin er í løtuni 39.293,77 kr um mánaðin, og harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið verður áramálssett í 5 ár, við einum lønarískoyti sum er 20%.


Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Eysturkommunu
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella til t-post: eystur@eystur.fo

Umsóknin skal verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagimánadagin 1. september2014 kl. 12:00. Starvið verður sett frá 1. oktober 2014, ella skjótast tilber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jóhan Christiansen, stýrisformann, á tlf.: 730010, ella til Erik Lervig, kommunustjóra á tlf.: 730011.



Stýrið fyri Heimatænastuna er sett saman av 3 kommunustýrislimum úr Eysturkommunu og 2 kommunustýrislimum úr Fuglafjarðar kommunu. Í Heimatænastuni eru eldrasambýlini Giljagarður í Leirvík, Gøtubrá í Gøtu og Vesturstova í Fuglafirði. Umfamt hesi eru Dagtilhaldið í Fuglafirði og heimarøktin í kommununum báðum eisini í Heimatænastuni. Tað eru 51 starvsfólk knýtt at heimunum og 7 heimahjálparar eru knýttir at heimarøktini. Harumframt eru heimasjúkrarøktarfrøðingar, svarandi til 3 ársverk og ½ ársverk sum ítrivsfólk, eisini knýtt at Heimatænastuni.