21. juni í ár hátíðarhildu grønlendingar, at eitt eintak av ”lov om Grønlands selvstyre” varð handað landsins løgtingsformanni.
Í 20. grein í hesi lóg verður staðfest, at
”Det grønlandske sprog er det officielle sprog i Grønland.”
Við hesum stigi hava grønlendingar lagt seg fram um okkum føroyingar, tá ið ræður um at vinna móðurmálinum sømdir.
Vit hanga enn í stívliga seksti ára gomlu heimastýrislógini, sum í 11. grein sigur, at føroyskt er ”høvuðsmál”, men at danskt skal verða lært væl og virðiliga og skal í øllum viðurskiftum kunna verða nýtt á jøvnum føti við føroyskt.
Øll, sum duga at lesa, síggja, at ein andsøgn er í hesi lógargrein.
Heitið ”høvuðsmál” kann løgfrøðiliga ikki vera bindandi, tá ið næsti setningur staðfestir, at annað mál í øllum viðurskiftum skal kunna verða nýtt á jøvnum føti við ”høvuðsmálið”.
Og so er tað hetta aftrat:
Einki verður sagt um, at ”høvuðsmálið” skal verða lært væl og virðiliga, men lógarteksturin sigur, at ”danskt skal verða lært væl og virðiliga” í Føroyum.
Meðan grønlendingar fegnast um sín málpolitiska sigur, sum eg unni teimum av innastu sál, liggur eitt álit um almennan málpolitikk í onkrari skuffu í Mentamálaráðnum. Har hevur tað ligið í úti við 540 dagar og nætur.
Fyrsta tilmælið í hesum áliti ljóðar:
”Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga.”
Nær fara føroyskir politikarar at gera av, um vit skulu verða javningar grønlendinga ella framhaldandi skulu durva í heimastýrisvøgguni?
Árni Dahl




