Um dagarnar arbeiðir Hans Pauli Olsen, listamaður, saman við fleiri øðrum hjálparum, við at seta upp ta higartil størstu standmynd, sum hann hevur gjørt.
Standmyndin, sum í løtuni verður sett upp í Vágstúni, verður tann higartil størsta, sum navnframi listamaðurin, Hans Pauli Olsen, hevur gjørt.
Hetta risa listaverk, sum vigar á leið 25 tons, er, sum skilst, ikki heilt liðugt, tí listamaðurin og ein hjálparmaður hansara skulu gera tað írestandi høggiarbeiðið á staðnum, eftir at listarverkið er komið upp at standa.
Leygarmorgunin klokkan 09:45 – áðrenn tað stóra 100-ára kaffiborðið verður á Stangarbrúnni – verður hátíðarhald, har Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, fer at avdúka standmyndina.
Samstundis sum avdúkingina verður standmyndin eisini navngivin.




