Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

List og myndarøð um bóndasamfelagið

skulatrod.fo

Í farnu viku var vakra listaverkið við støði í søgubókini til 4. flokk og bóndasamfelagnum liðugt og hongt upp á Skúlatrøð

 

Tað eru næmingar í 7. flokki, sum hugagóð hava málað røðina av myndum um bóndasamfelagið. Myndirnar hava fingið heitini:

  • Kvinna mjólkar kúnni
  • Skera torv
  • Í hoyna
  • Neytagentur ganga og binda
  • Menn reka seyð
  • Í bjørgunum eftir fugli
  • Bátar í grind
  • Menn draga batin upp
  • Føroyskur dansur

Vakra listaverkið kann síggjast á Skúlatrøð, og vit takka 7. flokki fyri vakra listaverkið, sum nú prýðir veggir á skúlanum.