Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívligur netverksfundur í Vinnulívsráðnum hildin á Tekniska skúla

NORÐLÝSIÐ

Millum onnur mál, ið havd vóru á lofti, vórulærlingaviðurskifti, har batar kundu fremjast


Á Tekniska skúla í Klaksvík, var seinasta týsdag lagdur til rættis Netverksfundur hjá Vinnulívsráðnum, har skúlastjórin, Rúni Heinesen, legði fyri við áhugaverdari skrá eini kunning um víðfevnda skúlans virki.


Hann greiddi frá og hugleiddi um virki skúlans í 80 ár frá byrjan, stórar og støðugar útbyggingar seinnu árini, uppgongdartíðir og frá tíðum við mótgongd. Greiddi frá sjálvsognarstovninum frá rakstri og starvsfólkum.

Útbúgvingarvirksemið og næmingagrundarlagið, hvussu tað við tíðini var broytt og ment frá ári til ár.

Rúni tosaði um sambandið millum Teknisk skúlan og vinnuna og stóra týdningin av hesum samstarvi og so hugleiddi hann um framtíðina hjá skúlanum og greiddi frá ætlanum.


Ein vælrikin skúli

Skúlin hevur umleið 300 næmingar í skipanini og starvsfólkini telja umleið 40 ársverk. – Skilligt er, at skúlin hevur verið væl rikin.

Tá hann var liðugur við framløguna, varð lagt upp til spurningar har nógvir viðkomandi spurningar komu, kjakið var bæði áhugavert og gevandi, har bæði byggimeistarar, vinnulívsstjórar annars , teknikarar, handilsfólk og ikki minst skúlastjórin og onnur tóku lut. Tosað var m.a. aftur og fram um lærlignaviðurskiftini. Eitt rættuliga áhugavert og intenst kjak var, har batar kundu fremjast innan hesa statt. Eisini vóru onnur viðurskifti havd á lofti

Tá fundurin varð liðugur varð kunngjørt , at næsti Netverksfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík verður í február og tá verður tað Norðoya Sparikassi, sum skipar fyri.

Vanliga hevur Vinnulívsráðið fýra til fimm Netverksfundir um árið. Tað er altíð væl uppmøtt til hesar fundir.