Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. juni 2017 ella skjótast gjørligt.
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, gera hoyringssvar, umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora.
Talan er um eitt fast starv. Arbeiðsøkið fevnir serliga um familjurættarlig mál og heilsumál.
Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini.
Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á himr@himr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. apríl 2017, kl. 12:00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jan Simonsen, deildarstjóra, tlf. 304050 ella umvegis teldupost til jan.simonsen@himr.fo




