Men Jógvan á Lakjuni fer ikki at kalla løgtingið saman.
Í dag kom formansskapurin í løgtinginum til eina niðurstøðu um kanningina hjá Hans Gammeltoft-Hansen ísambandi við teirra handfaring av Skálafjarðatunlinum. Niðurstøðan er, at løgmaður og Kári P. Højgaard skulu fáa eina átalu fyri teirra leiklut. Í løtuni verður viðgjørt, hvussu hetta skal gerast. Løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni sigur, at hann ætlar ikki at kalla løgtingið saman áðrenn ólavsøku, tá hetta verður lagt fram, um tað stendur upp til hansara.
14 løgtingslimir kunnu kalla tingið saman sambært grein 13 í stýrisskipan Føroya. Enn er ógreitt, um hetta fer at henda.




