Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður svarar Kristinu Háfoss

Løgmaður

Valla er nakað eftirlitsmál hjá løgmanni við einum landsstýrismanni lýst so væl, sum málið um at veita alment innlit í CIP sáttmálan. Tá ið málið kom, bar eg so í bandi, at tikið varð upp samband við ein av fremstu serfrøðingum í innlitslóggávu í Danmark, Karsten Revsbech, professara at biðja um umsøgn (responsum) í málinum, skrivar Løgmaður

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 33/2013 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni um brot á innlitslóg og noktandi innlit í CIP-sáttmála.

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Metir løgmaður, at landsstýrismaðurirn í fíggjarmálum brýtur lóg um innlit í fyrisitingina, tá hann framhaldandi afturheldur stórum parti av sáttmálanum millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP)?

2. Um nei, hví?

3. Um ja, hvat fer løgmaður at gera fyri at geva almenninginum innlit í CIP-sáttmálan samsvarandi lógini?

4. Fer løgmaður at tryggja, at innlit verður givið í fundarfrágreiðingar millum landsstýrið og CIP?

Svar:

Valla er nakað eftirlitsmál hjá løgmanni við einum landsstýrismanni lýst so væl, sum málið um at veita alment innlit í CIP sáttmálan.

Tá ið málið kom, bar eg so í bandi, at tikið varð upp samband við ein av fremstu serfrøðingum í innlitslóggávu í Danmark, Karsten Revsbech, professara at biðja um umsøgn (responsum) í málinum.

Eg lesi niðurstøðu hansara øðrvísi enn spyrjarin, sum hevur fingið umsøgnina sendandi 18. desember 2013. Orðarætt sigur hann:

”Det er min konklusion, at det er berettiget at tilbageholde ( undtage ) væsentlige dele af aftaleudkastet i henhold til offentlighedslovens § 13, stk. 1, nr. 5, men at der samtidig i aftaleudkastet er en række standardoplysninger mv., som uden nogen skadevirkning for det offentliges økonomiske interesser, herunder hensynet til at kunne optræde som ligestillet eller seriøs forhandlingspart, kan videregives i forbindelse med aktindsigt. Der skal derfor gives aktindsigt heri, jf. offentlighedslovens § 13, stk. 2.”

Í umsøgnini sigur hann víðari at

”I et særskilt bilag har jeg angivet, hvilke dele af aftaleudkastet der efter min opfattelse kan og skal meddeles aktindsigt i ( delvis aktindsigt i medfør af offentlighedslovens § 12, stk. 2 ), og hvilke dele der må undtages fra aktindsigt.”

Tað er hetta skjal, sum Revsbech hevur ekstraherað, sum er grundarlag fyri skjalinum, sum Fíggjarmálaráðið hevur latið fjølmiðlunum innlit í.

Tað er tí at taka nakað rívan til av spyrjaranum, tá ið hon sigur, at tað tykist meira sum ein “politisk” útstriking av upplýsingum, heldur enn ein “løgfrøðilig” útstriking.

Viðvíkjandi spurninginum um innlit í fundir við CIP verður víst til svar mítt 25. oktober 2013 í § 52a fyrispurningi nr. 8/2013 frá Gunnvør Balle, løgtingsmanni um fundir við CIP.

Løgmansskrivstovan, 14. februar 2014

Kaj Leo Holm Johannesen

løgmaður