Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður svarar tinginum um hann hevur álit á Jørgen Niclasen

John William Joensen

Um eina lítla løtu fer Løgmaður at svara tinginum um hann framvegis hevur álit á Jørgen Niclasen.

 Um eina lítla løtu fer Løgmaður at svara tinginum um hann framvegis hevur álit á Jørgen Niclasen og til ber at síggja og hoyra orðaskiftið á hesari slógini: http://kvf.fo/netvarp/live/tingvarp

Munnligur fyrispurningur til

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann

Viðvíkjandi landsstýrismanninum í fíggjarmálum

1.Hevur løgmaður álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum?

2.Hevur løgmaður ætlanir um at leggja fyri Løgtingið eina frágreiðing um tollmálið hjá Jørgen Niclasen, ella fer løgmaður at krevja, at landsstýrismaðurin í fíggjamálinum leggur fullfíggjaða frágreiðing fyri Løgtingið, ella ferð løgmaður at taka onnur stig í hesum máli?

Viðmerkingar
Seinastu tíðina hevur mikið fokus verið á landsstýrismanninum í fíggjarmálum í samband við sonevnda tollmálið, har sáddur er ivi, um landsstýrismaðurin hevur framt lógarbrot við at selja ótollaðar vørur.

Í hesum sambandi er umráðandi at vita, um løgmaður hevur álit á landsstýrismanninum, og um løgmaðurmetir landsstýrismannin í figgjarmálum kunna umsita sítt málsøki, sum millum annað eru tollmál.

Umráðandi er eisini at fáa greiðu á, um løgmaður ætlar at kunna Løgtingið nærri í hesum máli, fer at krevja at landsstýrismaðurin sjálvur leggur frágreiðing um málið fyri Løgtingi,ella um løgmaður tekur onnur stig í málinum.

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Sirið Stenberg