Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lygnir, hóttanir og mafia virksemi

John William Joensen

Hans Andrias Kelduberg, Chief Executive Officer hjá stóra reiðaríðinum THOR, sum hevur stórt virksemið í Føroyum og sæð við føroyskum brillum er ein av stóru føroysku aktørunum í altjóða vinnu, brúkti hóttanir og vald at krógva óskil sum flest øll í vinnuni og eftirlits myndugleikar vóru vitandi um.

Hans Andrias Kelduberg, Chief Executive Officer hjá stóra reiðaríðinum THOR, sum hevur stórt virksemið í Føroyum og sæð við føroyskum brillum er ein av stóru føroysku aktørunum í altjóða vinnu, brúkti hóttanir og vald at krógva óskil sum flest øll í vinnuni og eftirlits myndugleikar vóru vitandi um.

…Góðskuni feilar onki, tí fiskurin er væl hagreiddur og niðurfrystir eins væl og restin av fiskalastini….. ódámliga og ólógliga herferðin hjá Norðlýsinum er tí ikki annað enn ein misskilt roynd at æruskemma trolfiskiskapin til frama fyri línufiskiskapin, tí hesin ikki fekk alla kvotuna á Flemish Cap, skrivar reiðaríið THOR í brævið sum varð sent fjølmiðlunum samstundis, sum Hans Andrias Kelduberg, stjóri í THOR ringdi og sendi teldupost við hóttanum um baði líkt og ólíkt til redaktiónina hjá Norðlýsinum. Eisini helt Hans Andrias Kelduberg seg ikki aftur at brúka skitin vápn sum flestu føroyingar einans kenna frá amerikanskum filmum um italsku mafiuna. Hans Andrias Kelduberg stjóri í THOR ringdi til vinnuvirkir í Klaksvík sum hava handilssamband við THOR, har hann gjørdi greitt at um hesi framhaldandi høvdu nakað við Norðlýsið at gera mistu teir THOR sum kunda saman við øllum handilsfyritøkum í Klaksvík. Samstundis sum stjórar sum hava verið veitarar hjá THOR fáa hóttanir skrivar felagið bræv til fjølmiðlar og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at fiskurin hevur besta kvalitetin og í brævinum verður verður beinleiðis víst til at eygleiðarin hjá VØRN sum var umborð á RAN eisini var spurdur og góðtók at fiskurin var stakkaður í lastini. Hóast skip skulu hava digitalar “online” lógbøkur sum uttan ávirkan frá uttanfyristandandi skráseta kølingina í frystilastini kann reiðarin í THOR ikki vísa fram hesa kravdu dokumentatión.

Ístaðin fyri verður eitt hondskrivað skjal lagt sum dokument og prógv fyri temperaturinum í frystilastini á RAN tá Matvørumyndugleikin kemur umborð.Vit á Norðlýsinum eru sannførdir um at hetta átti at enda sum politimál – og harafturat er skelkandi at staðfesta at mynduleikarnir vóru vitandi um skilið umborð á RAN – men ikki fyrr enn Norðlýsið kundi vísa fotomyndir av óskilinum umborð á Ran vaknaðu eftirlits myndugleikarnir.

Í seinastu viku endaði fiskurin hjá RAN, sum minkafóður eftir at Heilsuligu myndugleikarnir mettu fiskin at verða óegnaðan sum mannaføði.

Í gjár segði Hans Andrias Kelduberg í samrøðu við KVF at talan var um eina herferð úr Klaksvík sum Norðlýsið stóða á odda fyri sum snúði seg um at útvega kvotur til línuflotan og Klaksvík. Samstundis hótti hann enn einaferð alment Norðlýsið.

Norðlýsið hevur goldið prísin

Tað er eingin loyna at hetta málið hevur beinleiðis havt við sær at ávísar fyritøkur ikki longur lýsa hjá okkum. Málið hevur ongar fylgir fingið fyri THOR og eingin eftirmeting er gjørd av handfaringini hjá myndugleikunum av málinum. Vit kunnu bara gita um stjórin í THOR, Hans Andrias Kelduberg, brúkar somu arbeiðsmetodir móti øðrum og kanska enntá politisku skipanini – men í øllum føri er tað einans vit sum, tóku myndir og dokumenteraðu óskilið, sum hava staðið fyri skotum og merkt avleiðingar. Men samstundis mugu vit staðfesta at tað eru fleiri vinnulívsfólk í Klaksvík sum ikki bakka fyri hóttanum og tey hava óivað eisini goldið fyri hetta.

Gjøgnum árini hava vit á Norðlýsinum skrivað og viðgjørt baði politikarar og vinnulívsfólk, og mangan hevur tað gingið hart fyri seg. Eisini hava vit mist handilssamband vegna skriving, men vit hava ongantíð áður upplivað at ein persónur á hendan hátt roynir at hótta onnur fyri beinleiðis at hála teppið undan og knúsa boðberan.

Her er ein endurprenting av høvuðsbrotunum í samband við sokallaða klumpfiskin umborð á Ran. Longu tá Ran fekk loyvið at sleppa til fiskiskap á Flemmish Kap var greitt at skipið var ikki egnað til hesa uppgávuna og nógv var tosað um hesa avgerð í fiskimálaráðnum í almenna rúminum. Tað frættist javnan um skilið umborð á Ran millum fiskimenn og tí var áhugin stórur og søgurnar nógvar tá Ran koma aftur til Føroyar.

THOR SKRIVAÐI í pressuskrivið:

…Norðlýsið roynir at skapa eina misteinkiliga mynd av eini støðu, ið er heilt vanlig, og sum øll onnur skip við frystilast, ið eru komin av Flemish Cap, bæði eru og hava verið í.

Nevniliga, at ein partur av fiskinum, ið er ov stórur til at blokkfrysta , á sama hátt má

frystast heilur, eins og gjørt varð umborð á Ran. Hetta er ein heilt vanlig og væl kend avbjóðing innan fiskivinnu allastaðni, sum ikki bert er galdandi fyri stóran tosk, men sjálvandi øll stór fiskasløg og annað, sum fæst úr sjónum, ið verður heilfryst.

…Umboð fyri fiskakeyparan var á staðnum, meðan lossað hevur verið og

tikið góðskuroyndir av fiskinum. Eisini av fiskinum, sum HFS hevur lagt hald á, og teir eru sera væl nógdir við góðu góðskuna frá Ran…

(RED: Kvalitetsfiskurin frá Ran liggur enn á goymslu í Klaksvík

… Blomberaður av Heilsumyndugleikunum…)


BROT ÚR NORÐLÝSINUM UM FISKATILFEINGIÐ Í ÆTLAÐ VAR AT SELJA SUM MANNAFØÐI:

Tann 15. Januar søkir P/F THOR í Hósvík, Fiskimálaráðið um loyvi til at Frystitrolarin Ran kann virka sum móðurskip hjá trolaranum Phønix á Flemich Kap.

Tann 24. Januar kemur játtandi svar úr Fiskimálaráðnum har loyvi verður givið til at Phoenix kann umskipa og lata tosk til Ran á Flemish Cap í 2014.


Ætla at broyta

Kunngerðina

Sum Norðlýsið skilir hevur hetta málið fingið ilt í hinar reiðararnar sum hava fingið loyvið at royna á Flemich Kap í ár. Talan er nevniliga um eina felagskvotu har trolarar og línuskip fiska um kapp av somu kvotu og nú ein aktørur hevur fingið loyvi at brúkar frystitrolara sum móðurskip hevur hesin ein stóran fyrimun fram um eitt nú Línuskipini. Tí skilst at Fiskimálaráðið kannar møguleikan at seta ein part avkvotuni til línuskipini ella at útskrivað eginkvotur – við at broyta sjálva kunngerðina.

HETTA verður tó ongantíð gjørt og tí kappfiskað føroysku skipini á Flemich Kap – hvør móti øðrum- til kvotan er uppfiskað.


NORÐLÝSIÐ

Tann 2.apríl

Flemish Cap fiskur í einum stórum klumpi

Áhaldandi søgur hava gingið um fiskin hjá Rán og Phoenix, sum felagið Thor í Hósvík eigur, ið skipini eru komin við av Flemish Cap.

Í øðrum ørindum í Ánunum í dag, gjørdu fólk okkum varug við, at fiskurin, sum Ran var í gongd við at leggja upp har, neyvan var hagreiddur á nøktandi hátt.

Leingi gekst at landa, og sum skiltist, so mátti sumt brótast upp við kúbeini og øðrum góðum, tí eini gott 70 tons, ella tað sum svarar til út ímóti 100 tonsum av Flemish Cap kvotuni, serstakliga stórur og góður fiskur, vórðu fryst saman í ein veldigan klump í lastini.

Fyri at fáa sjón fyri søgn, fóru vit ein túr umborð har eisini, sum vit vanliga eru umborð á skipum á Klaksvík og fingu nakrar myndir av lastini.

Tað sá milt sagt ikki tespiligt út í okkara eygum. Bæði har afturi í lastini og fram ímóti skottinum har frammi lógu stórir flottir toskar saman í einum stórum klumpi. Hvat er hent, ber okkum ikki til at siga, men tað sýntist ikki sum um skipinum restaði innpakning, tí hópin av nýggjum eskjum vóru at síggja umborð.

Vit sóu eisini fisk, sum var væl innpakkaður í pappír og sá út til at vera hagreitt eftir tí, ein væntar av matvøruhagreiðing ídag, men hesir stóru samanfrystu klumparnir sóu alt annað enn innbjóðandi út.

Kvotan á Flemish Cap er partur av ”fólksins ogn” og hoyrir til tilfeingið hjá okkum øllum, tí má tað vera eitt krav at tey, ið fáa loyvi at troyta hetta tilfeingið, fara somikið væl um, at hetta gevur so góða inntøku fyri landið, sum møguligt.

Hetta var bert ein partur av lastini, sum vit sóu. Men komast kann ikki uttanum, at slíkur hugburður til okkara fiskatilfeingið kann neyvan góðtakast.


Thor onga viðmerking

Stjórin hjá Thor, Hans Andrias Joensen, vil onga viðmerking gera, men gjørdi greitt, at um greinin var løgd út á netið var málið melda fútanum, tí Norðlýsið hevði ikki loyvi at fara umborð á Rán.


NORÐLÝSIÐ

Tann 3. Apríl

Tíðindaskriv frá

leiðsluni í THOR

THOR: Fiskur hagreiddur og fermdur á rættan hátt

Tey flestu skipini, sum koma av Flemish Cap eru í júst somu støðu sum Ran, tí ein partur av fiskinum var so stórur og feitur, at ikki ber til at blokkfrysta hann. Góðskuni feilar onki, tí fiskurin er bæði væl hagreiddur og niðurfrystir eins væl og restin av fiskalastini. Ódámliga og ólógliga herferðin hjá Norðloysinum er tí ikki annað enn ein misskilt roynd at æruskemma trolfiskiskapin til frama fyri línufiskiskapin, tí hesin ikki fekk alla kvotuna á Flemish Cap.

Tey bæði skipini hjá Thor, Ran og Phoenix, ið júst eru komin aftur av sera væleydnaðum túri á Flemish Cap við fullari last, eru nú landaði, og góðskan á fiskinum er av tí allar besta. Hetta, hóast Norðlýsið á bæði ódámligan og ólógligan hátt í gjár gjørdi eina roynd at æruskemma reiðarafyritøku okkara, tí vit ikki skulu hava hagreitt og lastað ein part av fiskalastini á rættan hátt.

Norðlýsið roynir at skapa eina misteinkiliga mynd av eini støðu, ið er heilt vanlig, og sum øll onnur skip við frystilast, ið eru komin av Flemish Cap, bæði eru og hava verið í. Nevniliga, at ein partur av fiskinum, ið er ov stórur til at blokkfrysta, á sama hátt má frystast heilur, eins og gjørt varð umborð á Ran. Hetta er ein heilt vanlig og væl kend avbjóðing innan fiskivinnu allastaðni, sum ikki bert er galdandi fyri stóran tosk, men sjálvandi øll stór fiskasløg og annað, sum fæst úr sjónum, ið verður heilfryst.

Fyri okkara viðkomandi er talan um eini 70 tons av teimum tilsamans 410 tonsunum, har fiskurin er so stórur og feitur, at tað ikki ber til at frysta hann í blokk. Hetta merkir á ongan hátt, at hesin fiskur ikki lýkur neyðugu góðskukrøvini, sum eru galdandi. Vit er tí ikki í iva um, at eisini hesin parturin av lastini er í lagi, men tað fáa vit nærri at vita, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan er liðug at kanna fiskin.

Umboð fyri fiskakeyparan var á staðnum, meðan lossað hevur verið og tikið góðskuroyndir av fiskinum. Eisini av fiskinum, sum HFS hevur lagt hald á, og teir eru sera væl nøgdir við góðu góðskuna frá Ran.

Tað er tí ómetaliga harmiligt og ørkymlandi fyri okkum sum fyritøku, at vit við bæði ódámligum og ólógligum framferðarhátti skulu verða viðfarin soleiðis, har ein fjølmiðil í síni misskiltu roynd at renna ørindi fyri aðrar partar av høvuðsvinnu føroyinga – og í síni jakstran eftir sensatiónini – nýtir slík lokabrøgd at sverta okkum til.

Thor kannar í løtuni, um rættast er at melda Norðlýsið fyri ólógliga at hava útvegað sær atgongd til skip okkara, ella um rættast er at taka onnur stig.


NORÐLÝSIÐ

Tann 3. Apríl

Grovar hóttanir

móti Norðlýs-inum um myndirnar vóru almanna-

kunngjørdar

Longu áðrenn myndamaðurin hjá Norðlýsinum var komin niðan aftur á redaktiónina ringdi stjórin a Thor, Hans Andrias Joensen, og hótti við bæði einum og øðrum um Norðlýsið vísti almenninginum myndir úr lastini á RAN. Um Norðlýsið vísti myndirnar skuldi stóra reiðaríði úr Hósvík við øllum sínum stóra og umfatandi virksemið kvetta øll handilssambond við Klaksvík og klaksvíkingar gjørdi reiðarin stjóranum á Norðlýsinum greitt.

Blaðstjórin á Norðlýsinum var sum vanligt farin ein biltúr mikumorgunin við myndatólinum. Leiðin gekk sum vanligt inn í skúrar og umborð á bátar at frætta tíðindi og komin norð í Norðhavnina kemur hann í prát við fólk á bryggjuni sum sigur frá um vánaligan fisk umborð á Rán.

”Tey mugu bróta fiskin úr lastini við kúbeini tí alt er kroyst saman og fryst í ein klump….” verður sagt. Sum vanligt hjá blaðstjóranum, so fer hann sjálvandi umborð at hyggja at støðuni og ógvast við og tekur myndir av støðuni.

Kl. 11:31

Hans Andrias Joensen, stjóri í THOR, ringir til stjóran á Norðlýsinum tí myndamaður og blaðstjórin hjá Norðlýsinum, Oliver Joensen, uttan at biðja um loyvi hevur verið í lastini hjá RAN. Hetta er áðrenn blaðstjórin er komin niðan á redaktiónina og stjórin hevur ikki sæð myndirnar.

…. Um tað er lítið skil á lastini so er tað nakrir klaksvíkingar sum landa og eg kenni einki til at lítið skil skal verða á lastini…. Tit dyrka eina negativa søgu… veruleikin er tann at einki er galið við fiskinum umborð á RAN, hann er nógv betur enn nakar línufiskur…. Men kemur nakað sum helst um hetta í Norðlýsið so meldi eg teg.. og tað fyrsta eg fari at gera er at tosað við Skipafelagið. Vit hava einki at krógva, men tit vilja bara hava eina negativa søgu, tí tit hava hoyrt onkran landara niðri í lastini sum ikki tímir at landa. Skrivað tit nakað so kemur eingin bátur hjá okkum aftur til Klaksvík og tit verða meldaðir til politiið.

Kl. 13:43

Eftir at redaktiónin hevur mett um myndirnar verður avgjørt at koyra søguna men áðrenn søgan verður løgd út á neti sendir stjórin á Norðlýsinum liðugt skrivaðu greinina til stjóran í Thor til viðmerkingar. Síðani verður ringt til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at spyrja um teir hava nakað at viðmerkja til málið, og har verður vátta at teir longu kenna til málið og arbeiða uppá ”højtrykk” við málinum og at okkurt verður at frætta seinri.

Kl. 14:00

Ringir ein fyritøka í Klaksvík og heitir inniliga á stjóran á Norðlýsinum um ikki at almannakunngera myndirnar tí stjórin á Thor hóttir við ikki at keypa fleiri tænastur frá hesi fyritøkuni verða myndirnar kunngjørdar.

Kl. 14:15

Hans Andrias Joensen, stjóri í Thor ringir og setir fram hóttanir móti stjóranum á Norðlýsinum um myndir verða lagdar út á neti ella í blaðið.

….Nú havi eg lisið tað tit skrivað og hetta eru stór virði sum standa uppá spæl… tað verður keypari og vit sum koma at avgera hvat vit gera…. Kanst tú koma á fund við okkara sakførara beint nú í Havn (stjórin á Norðlýsinum sigur at tað liggur ikki fyri men at stjórin í Thor saman við advokati sínum eru vælkomin til Klaksvíkar til eitt kaffiprát)….. hetta er ikki fryst saman….. tit høvdu eitt yvirskot í ár men innanvirði í felagnum hjá tykkum dekkar ikki stevningina sum vit fara eftir verða myndirnar lagdar út….. eg havi onga viðmerking… men kunngera tit myndirnar so skal tað svíða dygt…..annars hava vit einki ímóti at tit koma umborð høvdu tit biði um loyvi frá okkum…..

Kl. 14:35

Verður greinin um lastina á RAN við einari mynd løgd út á nordlysid.fo

Kl. 14:38

Sendir stjórin í THOR ein teldupost til stjóran á Norðlýsinum:

Hey John William Joensen

Tú mátti heldur skriva um pápa tín tá hann ringdi runt og skuldi skjóta seg sjálvan.

Ella onkra viðkomandi ræðuliga keðiliga søgu um teg sjálvan.

Heldur enn at skriva keðiligar søgur um góðan tosk í lastini á Ran.

Men kanska onkur annar kemur at skriva ræðusøgur um tykkara privata rótaríð.

Vh

Hans Andrias

Kl: 14:41

Sendir stjórin á Norðlýsinum hendan teldupostin til stjóran á Thor:

Takk fyri sakligu viðmerkingina – pápi hevur greitt almenninginum frá søguni – í øðrum miðlum….

Vh

jwj

Kl. 14:46

Sendir stjórin á THOR teldupost til stjóran á Norðlýsinum:

Ikki sakligt tá hann ikki hevur tosa við meg, aðrenn hann er komin umborð.

Hettar er ikki øðrvísi enn um eg komi inn til tin heima og takið nakrar myndir av tykkara heimarótaríðið.

Vh

Hans Andrias

Kl. 15:49

Kemur teldupostur til Norðlýsið frá privatari fyritøku sum hevur handilssamband við THOR, har leiðarin heitir á Norðlýsið um at taka mynd av fiski í lastini hjá RAN av heimasíðuni.

Eisini aðrar áheitanir koma um at taka myndirnar av aftur nordlysid.fo

K. 23:46

Hevur nordlysid.fo samrøðu við stjóran á Heilsufrøðiligu Starvstovuni har hesin váttar at teir hava afturhildi umleið 40 – 50 tons frá RAN sum stendur á kajuni í byngjum og eini 15-20 tons sum eftir er umborð. …. tað sær út til at hesin fiskurin hevur verið ov stórur til maskinurnar umborð …… sigur stjórin.

Kl. 07:10 hósmorgunin

hevur eingin sakførari ella fúti vent sær til Norðlýsið.


NORÐLÝSIÐ

Tann 11. Apríl

Eygleiðari frá VØRN

Skrivar eygleiðari frá VØRN, sum hevur verið við RAN á Flemic Kap, teldupost til VØRN har greitt verður frá hvussu illa gekst at handfara fiskin umborð á RAN.

Men Norðlýsið fær ikki innlit í hendan teldupost fyrr enn týsdagin 21. Oktober eftir at løgtingssins umboðsmaður hevur viðgjørt kæru frá Norðlýsinum eftir at baði VØRN og Fiskimálaráðið høvdu nokta innlit:

Les frágreiðing síðst í greinini


NORÐLÝSIÐ

Tann 14. Apríl

83,5 tons frá trolaranum RAN er ikki mannaføði

Tað skrivar Heilsufrøðiligastarvsstovan í frágreiðing sum er send THOR til ummælis. Starvstovan hevur sett forboð at selja leysa fiskin sum er í 152 + 82 = 234 scankontainarum sum eru á goymslu í frystihúsinum í Ánunum. Sum skilst kann fiskurin tó brúkast sum djóraføði.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir at orsøkin til at fiskurin ikki er egnaður til mannaføði er skeiv viðger:

…..Viðgerðin …. vísur at talan er um skeiva virking, við tað at fiskurin ikki er innfrystur sum lýst í kunngerð og fiskurin er haraftrat ikki vardur móti dálking…..

Harafturat vísir Heilsufrøðiligastarvsstovan á at THOR kann ikki dokumentera temperaturskrásetingar í lastini í ein mánaða frá byrjan av (red:túrinum) framleiðsluni meðan RAN er sum móðurskip á Flemish Kap.


NORÐLÝSIÐ

Tann 23. Apríl

Eygleiðarar hjá VØRN hava ongar skyldur

yvir fyri

Heilsufrøðiligi Starvstovuni

VØRN váttar at eygleiðari var umborð á skipum á Flemich Kap, men VØRN undirstrikar at endamálið hjá hesum eru ikki at røkja áhugamál hjá Heilsufrøðiligustarvsstovuni, verður sagt í svarið frá VØRN.

” Eygleiðarar verða settir við heimild í § 36, stk. 1, í lóg um vinnuligan fiskiskap, og hava sostatt til uppgávu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá viðurskiftum umborð sum hava týdning fyri skipanina av fiskiskapinum sambært lóg um vinnuligan fiskiskap og kunngerðum við heimild í hesi lóggávu. Harumframt er eisini avtalað við Havstovuna, sum í ávísum førum letur eygleiðarar frá Fiskiveiðieftirlitinum taka stakroyndir og savna inn dáta av ymiskum slag. Endamálið við eygleiðarum er sostatt ikki at hava røkja áhugamál hjá t.d. Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella áhugamál sum hava tilknýti til matvørulóggávuna, sigur VØRN í stuttum svarskrivi til Norðlýsið.


NORÐLÝSIÐ

Tann 23. apríl

eftirlitsfólk vóru umborð

á RAN

VØRN váttar at eftirlitsfólk vóru umborð á RAN meðan 120 tons av rundum (kruvd 77 tons) endaðu stapla, óinnpakkað í frystilastini umborð á RAN.

Norðlýsið er nokta innlit í eftirlitsfrágreiðing sum Vørn metir verða innanhýsis skjal. Eftir at Norðlýsið vísti myndir frá lastini á Ran staðfesti ein annar myndugleiki – Heilsufrøðiliga Starvsstovan – at fiskurin ikki kundi brúkast sum mannaføði tí at viðgerin av fiskinum hevði ikki fylgt lógligum mannagongdum.

Meðan mannagongdir ikki vóru fylgdar gekk eftirlitsfólk frá einum øðrum føroyskum myndugleika VØRN og spaseraði á dekkinum.

VØRN noktar sum sagt fyri innlit í frágreiðing sum er skriva stovninum.

Sum skilst hevur heldur einki samskifti verið millum Vørn og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í hesum málið.


NORÐLÝSIÐ

Tann 30. Apríl

THOR: VØRN góðtók framferðarháttin

THOR skriva at VØRN góðtók framferðarháttin í samband við frysting av singul-frystum umborð á RAN

Tann 30. Apríl avdúkar Norðlýsið at THOR yvir fyri Heilsufrøðiligustarvsstovuni halda fast um at alt var gott umborð á Ran og Phoenix tí Vørn var vitandi og góðtók tað sum fór fram:

(Thor skrivar til Heilsufrøðiligu starvstovuna tann 23. Apríl)

…. Upprunaliga var ætlanin at framleiða, pakka og frysta allan fiskin men ein partur av veiðuni var sera stórur og feitur toskur….. hetta var ein óvæntað støða….

… skip og reiðarrí umrøddu støðuna…… støðan bleiv eisini umrødd við eygleiðara frá VØRN, sum var umborð allan túrin. Niðurstøðan var, at besta loysnin var at frysta tann stóra toskin í frystilastini, soleiðis sum vanliga verður gjørt tá skip koma í hesa støðuna……

… tá fiskurin kom umborð bleiv hann koyrdur í krapaís, sum kølir fiskin niður á 0 stig… kruvdur, avhøvdaður, reinsaður og vaskaður á fabrikkini og gjørdur klárur til frystingar….

… er hagreiddur í hølum sum eru gjóðkend….síðani lagdur í persendingar í frystilastini…. Og síðani stakkaður… temeratururin í lastini var allatíðain minus 18 stig (RED: er ikki dokumenter digitalt – men við brævinum til Heilsufrøðiligustarvssovuna er eitt skjal sum reiðarríði sigur er manuel skráseting av temperaturinum í frystirúminum)……

… alt var gjør fyri at tryggja at stóri fiskurin ikki skuldi fara fyri skeyti…… fiskurin varð ikki pakkaður tí eingin útgerð var til stóra fiskin…… annars er heilt vanligt at fiskur ikki verður pakkaður fyrr enn hann er landaður…..


NORÐLÝSIÐ

Tann 1. mai

Vestergaard: Myndugleikar

kunnu tosa saman

Norðlýsið spurdi landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um málið viðvíkjandi fiskiskapinum hjá Phoenix á Flemish Kap: Meðan stórur og smáur toskur var uttan verju var stablaður upp í rúgvur í lastini umborð á RAN var eygleiðari frá Fiskiveiðueftirlitinum umborð og sá tað sum gekk fyri seg,men VØRN ger greitt at teirra uppgáva er ikki at renna ørindi fyri Starvsstovuna.Meðan stórur og smáur toskur var uttan verju var stablaður upp í rúgvur í lastini umborð á RAN var eygleiðari frá Fiskiveiðueftirlitinum umborð og sá tað sum gekk fyri seg.Men VØRN ger greitt at teirra uppgáva er ikki at renna ørindi fyri Starvsstovuna.HEVUR FISKIMÁLARÁÐIÐ ella landstýrismaðurin eina viðmerking til hetta – og halda tit tað verða í lagi at myndugleikar ikki hava til uppgávu at samstarva?

JACOB VESTERGAARD: Tað er rætt, at eygleiðarar hjá Vørn ikki hava nakrar skyldur yvirfyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Eygleiðarar hjá Vørn hava ongar heimildir eftir matvørulóggávuni og hava heldur ongar førleikar til at meta um, hvør viðurskiftini umborð á fiskiskipum eru í samsvari við treytir settar sbrt. matvørulóggávuni. Um ein myndugleiki sær, at tað kunnu verða viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við lóggávu, sum annar myndugleiki umsitur og hevur ábyrgd av, so ber væl til at boða frá til rætta myndugleika, so hesin kann taka mál upp. Fiskimálaráðið leggur seg ikki úti um ella undir hvørjum umstøðum Vørn skal boða frá til aðrar myndugleikar. Annars skulu vit vísa á, at bæði Fiskimálaráðið og Vørn hava gott samstarv við aðrar myndugleikar, herundir eisini Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.


Tann 15. Oktober

Álit viðvíkjandi

klagu um noktandi innlit í eygleiðarafrágreiðing frá Vørn

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at A hevði fingið noktað innlit í eina eygleiðarafrágreiðing hjá Vørn. Umboðsmaðurin metti ikki, at grundarlag var fyri at nokta innlit í hesa frágreiðing og heitti tí á Vørn um at taka innlitsumbønina uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum. J. nr. 14/00030.


Tann 21. Oktober

Norðlýsið fær endiliga innlit

Norðlýsið fær endiliga innlit í frágreiðing sum eygleiðari umborð á RAN skrivar og sendi til Vørn tann 11. Apríl.

… Ársaka eg sendi fyrst nú………

…. Vit komu á fiskileið tann 5. Februar 2014. Tað fyrsta hálið var ikki stórt, men kortini ov nógv hjá veiða ….. sigldu góðar 10 tímar áðrenn trolið fór út aftur……

…. Túrurin gekk sera illa á byrjan við og veðrið var ikki av tí besta…. Aksel generatorin fór á Phoenix… førdi við sær at alt tók longri tíð… brúkti 1 tíma hvørja ferð fyri at fáa trolið inn… fyri síðani at skjóta ein enda yvir um til Ran….

Tann 11.02.. fór allir fiskurin úr posanum hjá Phoenix meðan hann hekk afturi í reyv……

Tann 14.02 fer Phoenix inn at bunkra í St. Pierre og eftir hetta kom vend í….. (RED: Nú gekk betur umborð)

Tann 02.03 kom sjóverjan umborð. Teir kannaðu bæði posa og hugdu nærri at lasta plan og alt annað var dagført. Her var so einki at finnast at. Eisini brúktu teir langa tíð í lastini á Ran, har teir máldu upp og gjørdu eina meting av hvat var niðurkomið í lastina. GG. Sjóverjan talaði ikki at hvussu fiskurin var stúvaður í lastini…..

Tann 4. Mars skrædnaði enn ein posi …..

… túrurin sum heild gekk sera illa at byrja við, men so kom vend í tá Phoenix hevði verið sín fyrsta túr inni í St. Pierre og bunkra. Tað var nógv at fáa og sumt av fiskinum var so stórur at hann ikki passaði í plátufrystarin. Plátufrystarin umborð á Ran hevur 10 cm glopp ímillum. Hetta hevur við sær at nógv av fiskinum ikki fara í hann. Tí valdu teir umborð at frysta hann í sjálvari lastini. Tað skal viðmerkjast at hettar bleiv gjørt allan túrin. Tað bleiv gjørt á tann hátt at fiskurin bleiv lagdur á eina presending í lastini. Tá fiskurin so var frystur bleiv hann koyrdur í eina krubbu í lastini. Fiskurin bleiv av tí sama aldrin inn pakkaður. ….

Um tann single frysti fiskurin á Ran varð koyrdur ímillum ein plátufrystara so meti eg at hann hevði farið í knús. So eg dugi ikki at síggja hvussu Ran skuldi takla hesa støðu á annan hátt. Mær vitandi so hevði Ran ikki pakkning til tann stóra toskin……

Mín niðurstøða er, at Ran yvirhøvur ikki var egnaður at virka sum móðurskip og av tí sama uppstóð hesin trupulleikin við tí leysa fiskinum. Allur tann stóri fiskurin mátti drassast fram ígjøgnum alla fabrikkina og líka niður í lastina. So tá tann stóri fiskurin skuldi flytast fram mátti alt annað arbeiði í fabrikkini niðurleggjast og allir vóru noyddir at hjálpa til, skrivar eygleiðari hjá VØRN í skrivligari frásøgn til føroyska fiskiveiðueftirlitið.