Nú tað er so umráðandi, at føroysk fiskiskip skulu sigla til Føroyar við síni last, hví so ikki krevja, at føroyskar fyritøkur eisini lýsa í føroyskum miðlum?
Fyri nøkrum fáum árum síðani kom eitt krav, at allar lýsingar skulu skrivast á føroyskum. Nakað av mótmælandi mutlan var um tað tá, men í dag góðtaka øll hetta sjálvsagda krav. At dygdin á tí føroyska framvegis letur nógv eftir at ynskja, er so ein onnur søk, men endamálið er greitt – føroyingar skulu røkkast á føroyskum.
Her kann man spyrja, um tað er í lagi, at føroyskar fyritøkur rinda sosialum miðlum í dýrum dómum fyri at lýsa hjá sær. Hví skal ein fyritøka í San Franscisco ella Silicon Valley fáa pening burturúr, at ein føroysk fyritøka roynir at røkka føroyingum? Hetta er ein óneyðugur, keðiligur umvegur, og hann er ikki góður fyri tann føroyska handilsjavnan.
Flestu føroysku miðlar eru eisini á sosialu miðlunum, so fyritøkurnar fáa í stóran mun rokkið somu málbólkum kortini. Lesararnir kunnu t.d. sita á Facebook og klikkja á eina grein hjá einum føroyskum fjølmiðli, og koma haðani inn á síðuna hjá tí miðlinum við lýsingum í breddunum. Munurin er bara, at tað verður ein føroysk heldur enn ein amerikonsk fyritøka, ið fær ágóðan. Peningurin verður verðandi í føroyska búskaparrenslinum.
Ein tílík reglugerð hevði signalerað, at her í Føroyum venda vit okkum til føroyingar uttan útlendskar millummenn.



