Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maðurin í miðdeplinum ímóti B71: Kristoffur við í øllum trimum KÍ-málunum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í 2-1 sigrinum hjá KÍ ímóti B71 sunnudagin upplivdi Kristoffur Jakobsen tað óvanliga at vera við í øllum trimum málum,

har hann umframt at gera eitt sjálvmál eisini legði upp til bæði málini hjá KÍ.

Ein av leikarunum, sum var við í nógvum í dystinum millum KÍ og B71 sunnudagin, var ungi Kristoffur Jakobsen, sum fyrr hevur víst góðar dygdir sum fótbóltsleikari, men sum í ár – eins og nógvir aðrir á Formula-liðnum hjá KÍ – hevur havt eitt sindur ilt við at finna fram taktirnar frá undanfarnum árum.

Men í dystinum sunnudagin var sjón fyri søgn, at spæligleðin hjá harra Jakobsen er ávegis framaftur, og tað kom eisini øllum liðnum tilgóðar, tí m.a. legði hann upp til bæði málini hjá KÍ.

Fyrsta málið áttu Heðin og Kristoffur í felag, har Heðin byrjaði álopið og síðan spældi Kristoffur, sum rak fram við sínum ansara og legði innaftur til Heðin, sum snaraði og skoraði til 1-0.
Eitt mál eftir fótbóltslærubókunum, og KÍ var á vinnarakós.

Men lívi hevur jú bæði upp- OG niðurtúrar – og fótbólturin er sanniliga einki undantak í so máta, og tað fekk Kristoffur eisini at sanna í hesum dystinum. Hann var nevniliga so óheppin, at tað næstan ikki kundi verið verri, tí bert 2 minuttir inn í 2. hálvleik kom hann – tá ið hann royndi at verja fyri KÍ – at leggja bóltin í so harðliga og skeivt aftur til Jákup, at hann ístaðin fór í málið til javnleik 1-1.

Hetta var sjálvandi ein ordans skelkur fyri øll, men allarmest fyri Kristoffur, og eingin iva var heldur um, at ØLL, sum stóðu kring vøllin hesa løtuna høvdu samkenslu við hesum unga spælara, sum seinni skuldi vísa, at hann hevði meira – og betri – at bjóða fyri KÍ í hinum endanum av vøllinum.

Tað var nevniliga Kristoffur, sum var upprunin til sigursmálið hjá KÍ, sum kom, tá ið umleið 15. minuttir restaðu av dystinum.

Fyrst vann Kristoffur eitt fríspark fyri KÍ heilt frammi við baklinjuna hjá B71 í vinstru síðu hjá KÍ, síðan tók hann frísparkið, sum gav eitt hornaspark.
Hornasparkið sendi Kristoffur sera væl og vandamikið inn fyri B71, so hóskandi hart  og høgt, at málmaðurin ikki fekk loftað, og við aftaru stong fann hann Jan Andreasen, sum skallaði sigursmálið til 2-1 fyri KÍ.

Alt í alt ein dystur, sum fyri allar – leikarar, venjarar og áskoðarar – var ein ordans kenslu-rutsjutúrur – og fyri at siga sum er, so eru slíkir dystir teir mest minniligu.
Fyrst upp á tindin, síðan niður í kjallaran og so aftur upp…. men harðasta túrin fekk Kristoffur Jakobsen, sum tíbetur fekk høvið eftir óhepna sjálvmálið at svara aftur og vísa sín dugnaskap fyri KÍ.

Ein detalja, sum var hjartanemandi at síggja beint eftir 2-1 málið var, at meðan Jan A. og hinir fegnaðust saman yvir við skiftingarbonkirnar, so rann Eli Simonsen yvir til Kristoffur og hálsfevndi hann, og í hølunum á honum kom eisini Harley rennandi – teir vistu, at eingin var glaðari fyri hetta sigursmálið enn maðurin, sum legði upp til tað, nevniliga Kristoffur!!

Gott, Kristoffur – drív á!!

KOYR Á KÍ !!!

Harleyfacadeacryl