Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MATINÉ Í DÓMKIRKJUNI VERÐUR LEYGARDAGIN 2. FEBRUAR KL: 11:30 – 12:00

John William Joensen

Aurora Borealis fer at hava sína fyrstu konsert í meira enn tíggju ár. Við á Matinéini verða træblásarar og strúkarar. Umframt kórið, so eru ljóðførini hesi: floyta, fago…tt, violin, viola og cello.

Aurora Borealis fer at hava sína fyrstu konsert í meira enn tíggju ár. Við á Matinéini verða træblásarar og strúkarar. Umframt kórið, so eru ljóðførini hesi: floyta, fagott, violin, viola og cello.

Fýra frumframførslur vera á konsertini. Sálmur 42 er nýliga útsettur fyri kór, træblásarar og strúkarar. Tað sama við “Skjótt líða dagar” hjá Ismari Joensen við lagi eftir Ólavi Jøkladal. Tann nýggjasti er “Hirðarnir”, sum kórleiðarin júst hevur sett lag til, her verða ljóðførin eisini tikin í brúk. Eitt instrumentalt verk “Corvus”, sum er eitt gamalt føroyskt skjaldur verður eisini við á skránni, hetta er eisini ein frumframførsla.

Jógvan Zachariassen fer at spæla á fagott gamla fólkalagið “Dagen viger og gaaer bort”. Leiðari hjá Aurora Borealis er Ólavur Jøkladal.

Hetta verður ein nokkso blandað skrá, konsertin er bert ein hálvan tíma, so legg gerðandisdagin til síðis eina løtu og set teg væl tilrættis í hugnaligu dómkirkjuni og njót tónarnar.