Meting um Føroyar-Portugal: Bæðimóti Ungarn og Lettlandi kundi ein finna nógvar góðar orsøkirfyri at siga, at Føroyar fóru at fáa eitt gott úrslit.
Undan dystinum móti Ungarn varyvirskriftin – Vónirnar eru góðar – og góða grundarlagið fyrieinum góðum úrsliti vísi seg at halda, tí Føroyar spældu einframúr góðan dyst og fingið uppiborið stig móti einum sterkumliði. Móti Lettlandi vóru vónirnar hjá teimum flestu góðar.Ungarn dysturin gav gott grundarlag, føroyska liðið var fullmannaðog mótstøðuliðið ikki eins sterkt sum Ungarn á pappírinum, tóat útivøllurin hesaferð taldi ímóti. At dysturin var spældur ínærum føroyskum veðri gjørdi tað ikki verri. Føroyar spælduenn ein góðan dyst og vunnu 2-0.
Størsta avbjóðingin kemur nú
Dysturin mánakvøldið er nógvstørsta avbjóðing hjá føroyska liðnum í eina tíð. Kanskasíðani 2013, tá Týskland vitjaði. Eitt er, at mótstøðan ernógv sterkari enn serliga Lettland men eisini Ungarn. Nakað annaðer, at so stutt tíð er ímillum dystirnar. Leygardagin var føroyskaliðið aftur í Føroyum og í FSF varpinum staðfestu leikararnir,at tað var trupult at fáa nakran svøvn fyrstu náttina eftirsigurin í Lettlandi. Dysturin og reisingin í Lettlandi hevur kostaðkreftir í føroyska hópinum, meðan Portugal meir kundi taka særav løttum á heimavølli móti Andorra. Tískil eru leikararnir hjáPortugal kanska betri fyri til dystin, tí teir ikki hava brúkt sostóra orku uppá dystin frammanundan eins og teir spæla á hægristøði vanligt, og tí eru betri fyri til at spæla tveir tættardystir. Fyrr hevur tað ofta eisini verið ein trupulleiki fyriføroysk landslið, at tá tveir tættir dystir koma innanfyri nakrardagar, so er annar av dystunum minni góður, hvat avriki viðvíkur.Føroyski landsliðsvenjarin gjørdi klókt við at leggja dent á,at størsta orkan fór til dystin móti Lettlandi í fyrstu atløgu,meðan eingin hugsaði um Portugal dystin fyrr enn Lettland dysturinvar av. Tí møguleikin fyri stigum var munandi støri mótiLettlandi. Og tað merktist á føroyska liðnum, at fokus var áLettland dystinum og ikki dystinum móti stjørnunum úr Portugal,sum ein annars kundi vera bangin fyri.
Fara eftir møguleikanum
Hinvegin er eingin vandi fyri, atføroyingarnir ikki vera uppsettir móti Portugal og teirra stjørnum.Til slíkan dyst er óneyðugt hjá nøkrum venjara at setaleikararnar upp. Hóast tað verður spælt mánakvøld, so ferstuðulin frá føroysku áskoðarunum á Tórsvølli neyvan atliggja eftir. Góða avrikið hjá Føroyum í Lettlandi ger taðikki lætt hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara, at skifta út íuppstillingini. Tí vera kanska færri úthvíldir leikarar íuppstillingini enn ætlað. Tað hevur fyrimunir og vansar við sær.At føroyingar skulu fara eftir at royna at skapa eina sensatión erupplagt og kanska ikki heilt ómøguligt, tá ein hyggur eftirúrslitunum hjá Portugal móti smærri fótbóltstjóðum seinastuárini. Tí tað vísir seg, at Portugal ikki altíð hevur tað lættí hesum dystum. Í EM endaspælinum í summar fingu bæði Íslandog Ungarn javnleik móti Portugal. Í 2016 og 2015 fekk Albania góðúrslit móti Portugal og afturi í 2012 tapti Luxembourg bara 2-1 áheimavølli.
Ongantíð verið betri
Hóast Føroyar kanska ikki hava einsstóran profil sum Toda Jónsson í dag, so er talan um eitt føroysktlið við fleiri leikarum, sum tykjast hava altjóða støði íløtuni. Talan er meir um eitt lið heldur enn eina stóra stjørnu,sum vit sóu við Toda á sinni. Serliga miðásin tykist vælsamansett. Gunnar Nielsen í málinum, Sonni Ragnar Nattestad ímiðverjuni, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen á miðvøllinum ogJóan Símun Edmundsson í álopinum. Allir spæla til dagligtuttanlands, har teir eisini avrika væl, og hava eyðsýnd evnir ogeftirhondini eisini nógvar ella fitt av royndum á landsliðnumhóast ungan aldur. Til at fáa hesar at rigga sum eina eind hevurliðið royndar mans í Atla Gregersen í miðverjuni og FróðaBenjaminsen á miðvøllinum. Tveir leikarar, sum hava víst seg atverið sera týdningarmiklir fyri at fáa liðið at avrika optimalt.Rundan um allar hesar nevndu eru nógvir dugnaligir leikarar og liðiðer so sterkt, at bæði yrkisleikarar uttanlands og størstuprofilarnir í Effodeildini hava trupult við at fáa spælitíð. Sohóast útlitini fyri stigi – serliga vegna stutta hvíld ogóvanliga sterka mótstøðu – eru nógv verri hesaferð enn mótiUngarn og Lettlandi, so er spenningurin stórur, um føroyingar megnaat geva besta landsliðnum í Europa mótstøðu. Føroyska liðiðhevur alt at vinna og kann undir øllum umstøðum halda høvdiðhøgt, tá trý umfør í undankappingini eru spæld.




