Sæunn L. Nolsøe, nýsettur deildarleiðari í Bank Nordik í Saltangará, setti mentananarvikuna í ár. Røðan er viðfest.
Sæunn L. Nolsøe, nýsettur deildarleiðari í Bank Nordik í Saltangará, setti mentananarvikuna í ár. Røðan er viðfest.
Setan av mentanarviku í Løkshøll í Runavík 19. oktober 2014.
Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri i BankNordik.
Fyrst vil eg takka fyri álitið, at fáa loyvi til at vera við til at seta mentanarvikuna Skýming her í dag.
Góðan dag góðu áhoyrarar. Kvinnur, menn, vaksin og børn.
Mahatma Gandhi hevur einaferð sagt: A nation’s culture resides in the hearts and in the soul of its people.
Mentanin í eini tjóð heldur til í hjørtunum og sálunum í fólkinum har býr.
Okkara mentan býr í okkara hjørtum og sálum. Vit bera mentanina frá okkara forfedrum víðari til komandi ættarlið, alt meðan mentanin broytist ella búnast við teimum talentum vit hava fingið.
Meira eg hugsi um hetta, stórri kennist mín ábyrgd. Eg havi ein leiklut í at bera føroysku mentanina víðari.
Tú hevur ein leiklut í at bera føroysku mentanina víðari.
So vit mugu seta okkum spurningin: Hvat vilja vit bera víðari – hvat skulu okkara børn fáa frá okkum at bera víðari til komandi ættarlið?
Hvat skal sermerkja føroysku tjóðina?
Tað er ikki EITT svar uppá hendan spurning. Tað er ikki eitt RÆTT svar uppá hendan spurning.
Tú mást avgera, hvat tú bert víðari. Eg má avgera, hvat eg beri víðari. Tilsaman verður tað VIT bera víðari, OKKARA ella føroyska mentanin.
Hetta er tó ikki so einfalt – onnur royna eisini at avgera, hvat vit kunnu og skulu.
Globaliseringin ávirkar eisini okkara mentan. Her hugsi eg eisini, at vit læra av øðrum. Frambrot hjá øðrum verða eisini brúkt hjá okkum.
Vit kunnu helst vera nøgd við, at vit ikki noyðast at skera torv fyri at fáa orku. Helst er tað gott, at vit nú kunnu tendra komfýr og ljós lætt í dag, og at vit kunnu seta okkum í bilin og koyra til ein handil at keypa mjólk. Í staðin fyri sum omma sum ung noyddist at ganga langa leið, fyri at mjólka neytunum. Eg haldi tað vera gott, ella var tað gamla betur – tað heldur kanska onkur?
Eg vil siga takk til tey ið bygdu land. Takk fyri alla tað orku sum tey, ið undan okkum eru farin, hava brúkt fyri at gera tað liviligt her hjá okkum.
Hjartans tøkk fyri tað eg havi fingið at bera víðari frá mínum forfedrum.Globaliseringin er tó ikki so einføld. Vit eru eitt nú undir stórum trýsti frá ávísum útlendingum – meira og minni kendum- at gevast við grindadrápi.
Eisini elvur ovurnýtsla í betri bjargaða partinum av heiminum, og okkara manglandi tilvitan um, hvussu tað vit keypa er framleitt, til umfatandi umhvørvisdálking. Hetta fer eisini at broyta okkara møguleikar. Grindin dálkast, veðurlagið broytist og so framvegis.
Vit mugu velja okkara kampar, og bera víðari tað vit meta vera best.
Tað er tá man er burturi, at tað blívur sjónligari hvat Føroyar og føroysk mentan er. Tað er tá man møtir aðrari mentan, at man merkir munin og harvið verður meira tilvitaður um sína egnu mentan.
Í kavaroki og kulda í Grønlandi stóðu donsku grannabørnini køld og bíðaðu, til vit lótu úthurðina upp fyri teimum. Okkara vassaðu inn til teirra, uppá loftið og inn í kamarið uttan at banka uppá. Tey vóru jú inni, og vit kendu tey jú – vit fara oftani inn til tey vit kenna uttan at banka uppá…
Í bussinum ella í handilssentrinum í Nuuk bleiv eg fleiri ferðir steðgað, tí grønlendingarnir vildu spyrja um eg hevði uppskriftina til flottu, føroysku og vælkendu stjørnutroyggjuna eg var í – hana frá Guðrun og Guðrun.
Troyggjan sigst vera ein endurskapan av einum gomlum mynstri á onkrari abbatroyggju, nú endurnýtt og blivin tann føroyska troyggjan, sum er best kend uttan fyri landoddarnar.
Har var forrestin eisini nakað við mentan. Tey steðgaðu bara og spurdu meg. Grønlendingurin kemur nemliga longri inn í títt lív og skjótari enn vit, meðan danin kemur langt aftaná, eins og barnið, sum stóð og bankaði uppá í kuldanum. Men tað var flotta, føroyska troyggjan, sum fekk tey at steðga mær.
Eg var ein dagin í einum handli í Nuuk. Har seldu tey lekkur klæðir úr Íslandi. Meðan eg gekk og hugdi frá plaggi til plagg, kendi eg meg so heima. Og so fann eg útav hví. Tað var ikki bara sera blíða, grønlendska daman innanfyri diskin, men tað vóru tónarnir frá eini vælsyngjandi Eivør Pálsdóttir sum gjørdu tað. Eigarin av handlinum fortaldi tá, hvussu nógv hon elskaði ta fløguna, sum hon endiliga hevði fingið fatur á. Okkara føroyska Eivør.
Ein annar handil var á tremur við vørum frá Sirri og aftur ein annar við garni frá Navia.
Og soleiðis kundi eg hildið áfram um mínar grønlendsku starvsfelagar, sum vildu hava meg at taka turt tvøst og serliga spik, og eisini skerpikjøt við til tey. Tey elska okkara serliga føroyska mat.
Nú eru vit flutt heim aftur.
Tað hevði týdning fyri okkum, at børnini blivu ”føroysk” og fingu føroysku mentanina inn undir húðina. Vit kundu sum foreldur bera nógv víðari til tey, hóast vit vóru í fremmandum landi. Men slett ikki nokk. Soleiðis kendi eg tað í øllum førum. Vit skuldu heimaftur.
Og tá er tað ein fragd at koma hertil.
Vit standa her mitt í einum mentanarmiðdepli. Løkshøll. Nýggjur góður skúli. Ítróttarhøll. Flotta nýggja Bylgjan. Fótbóltsvøllurin og so skótahúsið, áðrenn náttúruperluna við Toftavatn.Her merkist ein dynamikkur har vitan, ítróttur, list og leikur nørast. Og ein býur við blómandi vinnulívi.
Allir møguleikar eru til staðar fyri menning og vøkstri. Og best er, har mentan og vinna ganga hond í hond.
Skráin fyri mentanarvikuna er á tremur við tiltøkum: list, tónleikur, ítróttur, handilslív og trúarlív…
Filmssýningar, konsertir og kórsangur. Linedansur og føroyskur dansur. Bindiskeið, framsýningar og fyrilestrar. Lesið sjálvi skránna, har er meira.
Og ikki minst áðurnevnda blómandi vinnulív, sum Faroexpo er karmur um seinni í vikuni her á staðnum.
Farið út og vitjið og luttakið í spennandi tiltøkunum. Farið og latið tykkum ávirka av framsýnarum, og leggi soleiðis til í tykkara mentanarskjáttu. Fylli upp hjarta og sálina. Til tykkara egnu gleði, men eisini fyri at hava meira at bera víðari.
Tí mentanin býr í okkara hjørtum og sálum.
Góða mentanarviku nú farið er at skýma.
Takk fyri




