Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mogens Krogh gevst sum málmansvenjari

Jákup Ósá

Føroyska landsliðið skal finna nýggjan málmans venjara eftir hesa HM undankappingina.

Føroyska landsliðið skal finna nýggjan málmans venjara eftir hesa HM undankappingina.

Mogens Krogh gevst nú sum málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðinum. Hann hevur seinasta árið verið fastur partur av venjara toyminum hjá Lars Olsen. Danskarin bleiv í summar settur sum høvuðsvenjari hjá Nordvest FC í donsku 2.deild eyst og sum skilst er hetta starvið orsøkin til, at hann nú steðgar á føroyska landsliðinum.

Gav íblástur leygardagin

Leygardagin skipaði FSF fyri frálíkum tiltaki, har Mogens Krogh hevði ókeypis venjaraskeið fyri málmans venjarum og øðrum áhugaðum. Sum skilst fingu føroysku venjararnir nógv burturúr og eiga FSF og Mogens Krogh rós fyri hetta átak, tí júst málmansøkið haltar í nógvum feløgum.

Hvør so verður nýggjur málmans venjari hjá Føroyum í komandi EM undankapping er so brennandi spurningurin. Men Jákup Mikkelsen hevur áður verið settur í samband við starvið og er helst eitt gott boð, um man velur eina føroyska loysn.