Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Á fjalli í Djúpadali og Suður í haga

Jákup Ósá

Í góða veðrinum í gjár vóru bæði teir á fjalli bæði á Húsum og í Mikladali.

Suður í Haga er hagi, sum hoyrir til húsa bygd, meðan Djúpadalur (niðari partur) hoyrir til Mikladals bygd. Í hesum báðum hagunum vóru teir á fjalli í gjár og Norðlýsið fekk nakrar myndir frá degnum. Teir lótu væl at, tí tað vóru fleiri lomb enn seinastu árini og støddin var at síggja til í lagi áðrenn flett bleiv. 
Hevur onkur tikið myndir frá heysfjøllum, so hevur Norðlýsið stóran áhuga í at fáa tær. Viðkomandi er vælkomin at senda tær til info@nordlysid.fo ella jakuposa@hotmail.com