Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nakrir skaðar, men tó einki alvorligt

Jóhann Lützen

Vit hava verið úti til eini 5, 6 skaðar, men onki alvorligt, sigur Finn Hansen sløkkiliðsleiðari við Norðlýsið

 

Tað hevur verið rættuliga nógvur vindur í Klaksvík í dag. Hvirlurnar hava rykt í húsini. Vit hava vent okkum til Finn Hansen, sløkkiliðsleiðara at frætta

Onkur rútur er farin, ein viðfestisvognur var koppaður og vit hava fest onkra takplátu, sigur Finn Hansen. 

Okkara veðurmaður, Hanus Kjølbro, hevur sagt at vindurin skal minka út á kvøldi og fram móti midnátt. 

 

Annars frætta vit frá fólki, at rættuligur grús-stormur stendst av ógvusligu hvirlunum uppi á Fossum, har nýggja útstykkingin verður gjørd. Hetta hevur haft skaðar við sær, siga fólk við Norðlýsið.