– Hollu royndirnar hjá okkara skúlaleiðslum og eitt gott samstarv við allar viðkomandi partar av fólkaskúlanum skal raðfestast høgt í okkara skúlapolitikki, sigur Jóhann Lützen, form. í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.
– Hollu royndirnar hjá okkara skúlaleiðslum og eitt gott samstarvvið allar viðkomandi partar av fólkaskúlanum skal raðfestast høgt í okkaraskúlapolitikki, sigur Jóhann Lützen, form. í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.
HjáKlaksvíkar Býráð er málsøkið fólkaskúlin júst flutt frá Mentanarnevndini tilTrivnaðarnevndina Børn & Ung, og mánadagin í vikuni var formaðurin íTrivnaðarnevndini Børn & Ung saman við trivnaðarstjóranum á fundi saman viðskúlastjórunum báðum at seta seg inn í umstøðurnar og at umrøða, hvussuarbeiðið og samstarvið best verður skipað.
Gott samstarv er fortreyt
fyri at náa bestu úrslitum
-Fólkaskúlin verður tað størsta einstaka málið hjá Klaksvíkar Kommunu tey fyrstukomandi árini, og tí er tørvur á hollari fyrireiking og góðum samstarvi viðskúlaleiðslurnar og við allar viðkomandi partar og myndugleikar innan skúlaøkið.
-Okkara skjúlastjórar, Símun Petur Hjelm og Óli Jákup Joensen, hava – saman viðteirra varaskúlastjórum, starvsfólkum og skúlastýrunum – eina stóra ogvirðismikla vitan og drúgvar royndir av, hvussu fólkaskúlin kann verða rikin ogmentur best møguliga.
-Tí er tað ein fortreyt fyri góðum úrslitum, at vit hava eitt livandi, tætt ogopið samstarv við skúlarnar.
Víðari skúlabyggingin
byrjar longu næsta ár
-Longu í komandi ári byrjar fremjingin av víðari skúlabyggingini, sum fer atbroyta og nútímansgera skúlaumhvørvið enn meira og tí er ógvuliga umráðandi atfáa góða ráðgeving, so tær best møguligu umstøðurnar verða skaptar.
-Ein slík, stór skúlaútbygging gevur høvi til nógvar nýggjar og spennandimøguleikar fyri skipan av skúlatilboðunum til næmingarnar og fyri betriumstøðum til lærarar og starvsfólk annars.
Klaksvík framúr karmar
til fjølbroytt skúlatilboð
-Her í Klaksvík eru vit so heppin at hava eitt stórt og fjølbroytt úrval avhallum, vallum og annleggum innan fyri so stuttan radius, at hesi kunnu brúkastsum partur av dagliga skemanum hjá næmingunum.
-Við sínum umleið hundrað starvsfólkum er fólkaskúlin í Klaksvík samanlagt eittav størstu arbeiðsplássum í kommununi. Nógvir góðir tankar frá nógvum góðumfólkum eru upp gjøgnum tíðina hugsaðir og framdir innan okkara skúlaverk.
-Hetta vilja vit í sitandi býráðsmeiriluta hava við í førninginum, nú stóraríløgur standa fyri framman.
– Hollu royndirnar hjá okkara skúlaleiðslum og eitt gott samstarv viðallar viðkomandi partar av fólkaskúlanum skal raðfestast høgt í okkaraskúlapolitikki, sigur Jóhann Lützen, form. í Trivnaðarnevndini Børn & Ung.




