Í hesum døgum er stórt virksemi millum nevndir, leiðslu og stuðlar hjá KÍ, nú farna árið skal gerast upp og ruddast av, og tað nýggja skal fyrireikast.
Sum skilst, er tað serliga Sp/f KÍ, sum rekur Formuladeildina, ið hevur havt úr at gera seinastu dagarnar og vikurnar at greiða bæði formlig og fíggjarlig viðurskifti við stuðlar, leikarar og samstarvspartar annars.
Eitt tað seinasta tiltakið hjá leiðsluni hesar síðstu dagarnar í 2008 er søla av fýrverki, ið sum skilst hevur gingið væl.
Stóri dysturin hjá flestu ítróttafeløgum – ikki minst fótbóltsfeløgum – er at fáa endarnar at røkka saman, og tað er júst hetta, sum leiðslan í Sp/f KÍ hevur brúkt stóra orku upp á seinastu vikurnar og dagarnar í 2008.
Umráðandi er, at alt tað farna verður ruddað av og sluttað av, soleiðis at ein fær ein botn at standa á, nú riggast skal til 2009.
Sum skilst, eru onkrar avtalur ávegis við verandi leikarar, men vil leiðslan ikki gera viðmerkingar til einstøk mál í løtuni.
Tað stendur tó púra greitt, at raksturin av Formuladeildini komandi ár verður munandi bíligari enn í farna kappingarári og undanfarin ár.
Longu 5. januar 2009 stendur fyrsta venjingin hjá Formuladeildini á skránni, so nú nærkast upphitingin til kappingarárið 2009.
Gott fótbólts-nýggjár!




