Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðhavnin avgreiðir øll skip

John William Joensen

Um ikki Norðhavnin var komin, hevði “basan” hjá bæði JFK og Christian í Grótinum verið flutt úr Klaksvík, siga umboðini fyri feløgini

Norðlýsið hevur fingið eitt stutt prát við tvey umboð fyri størstu feløgini í Klaksvík, ávíkavist Hanus Hansen, stjóra fyri JFK-Trol og Eyðun Rasmussen, ein av stjórunum og eigarunum fyri P/f Christian í Grótinum.

Hesir báðir saman við Faroe Ship eiga hvør sín triðing av nýggja frystihúsinum, sum bygt er á Norðhavnini og umframt tað, hevur felagið hjá Christiani í Grótinum fíggjað ein part av leingjanini av kajkantinum, sum liggur um 21 mió. krónur.

Ofta hevur verið tosað um, at torført er at fáa føroyingar at samastarva, men hetta er gott dømi um samstarv, sum er til frama fyri allar partar.

Frystihúsið, har stórir møguleikar eru knýttir at, er umleið 3.500m² tilsamans, har umleið 450m² eru skrivstovuhøluir.
Sjálvt frystihúsið er tikið í nýtslu, meðan skrivstovuhølini verða flutt inn í til heystar, so virksemið verður samlað alt á einum staði.

Eisini fremmanda skip
Uppá fyrispurning um, hvussu frystihúsið hevur roynst, siga teir, at tað hevur roynst sera væl, og tað hevur verið meiri aktivitetur, enn teir høvdu roknað við frá byrjan.

Eisini er tað so, at hevur Faroe Ship, hetta internationala felagið, hevur ríkar møguleikar til at draga farm til Norðhavnina við størri og fremmandum skipum.

Bæði Hanus Hansen og Eyðun Rasmussen eru á einum máli um, at Norðhavnin er gull verd, og tað er einki at tala um, at var hon ikki komin, vóru teir noyddir at leggja veiðurnar upp í øðrum føroyskum havnum, og "basan" hevði sostatt verið flutt.

Eisini tekur Eyðun soleiðis til, at nýggja Norðborg hevði slettis ikki komið til Klaksvíkar, tí hon er so mikið stór, meðan Hanus heldur fyri, at Atlantic Navigator hevði heldur ikki í síni tíð komið higar. Nú hava vit stórar møguleikar siga teir.

Góðir útbyggingarmøguleikar
Eisini um so er, at fyrstihúsið skal útbyggjast, ella onnur virkir skulu koma, eru góðir møguleikar fyri tí. Norðhavnin hevur óendaligir møguleikar.

Sostatt hevði Klaksvík, sum hevur verið størsta fiskivinnuhavnin í Føroyum, mist tey størru skipini, umframt allar tær avleiddu vinnurnar, sum koma at verða av hesum.
So við hesum hevur Klaksvíkar Kommuna skapt framúr góðar møguleikar hjá vinnuni og møguleikarnir eru óavmarkaðir, siga teir báðir Hanus Hansen, stjóri hjá JFK-Trol og Eyðun Rasmussen, ein av stjórunum og eigarunum í p/f Christian í Grótinum.