Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Norðlýsið á vitjan í Tinghúsinum í dag

Oliver Joensen

Í øðrum ørindum í Havn í dag, løgdu vit leiðina í Tinghúsið eisini at fáa nakrar nýggjar myndir og kanska eisini fyri at vita hvussu fepurin var, nú seinasti arbeiðsdagur (?) hjá tingmonnunum er.

Vit mugu siga, at har var blíðskapur, so tað munti. Bæði ímillum politikkarar í samgongu og teir í minniluta tóktist góð semja at vera, og heldur ikki sóu vit nakra togan ímillum samgongu og minniluta. Bara gott lag. Júst sum fríggjadagur og seinasti arbeiðisdagur áðrenn summarfrítíðina á øðrum arbeiðisplássum. – Jú, teir eru eisini vanligir, júst sum eg og tú.