Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir frítíðaravloysarum til summarið

Palli Skorheim

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir frítíðaravloysarum til summarið

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) sóknast eftir summarfrítíðaravloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar til Heimatænastuna og allar búeindirnar, sum eru Norðoya Røktarheim, Heimið við Vágna, Sambýlið í Bøgøtu, Sambýlið á Heygnum og Norðoya Ellis- og Vistarheim.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

    Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.

    Førleikakrøv til størvini

    • Útbúgving svarandi til fakbólkarnar, lýst verður eftir
    • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
    • Góð samstarvsevni
    • KT-førleika á brúkarastøði

    Vit kunnu bjóða

    • Stórar fakligar avbjóðingar
    • Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv
    • Gott samstarv við onnur fakfólk

    Lønar- og setanartreytir

    Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála.

    Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær skrivstovuna hjá NBH, á tlf. 410000, yrkadagar millum kl 10-16 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

    Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

    Umsóknarfreistin til størvini er á middegi, mánadagin 20. mars 2017.