Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Gongufelag skipar fyri hugnaløtu á Hotel Klaksvík

John William Joensen

Sunnudagin, 07.desember kl.14, verður hugnaløta fyri limum Norðoya Gongufelags á Hotel Klaksvík.

Á hesi hugnaløta verður ymiskt áhugavert á skránni, nevnast kann millum annað myndaframløga av teim ymsu gongutúrunum í ár, felagssangur, leskiligt ábit og mangt annað forkunnugt.

Norðoya Gongufelag er ein áhugabólkur undir Norðoya Kunningarstovu.

TILMELDING: Norðoya Kunningarstova, tel 456939 ella info@klaksvik.fo

Meir fæst at vita við at venda sær til Norðoya Kunningarstovu