Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoyggjar vóru ongantíð nakað ”royndarøkið”

John William Joensen

Eftir at býráðs,- og løgtingslimir fóru at seta spurnartekin við hví Landskassin skuldi rinda fyri at byggja nýggja heilsumiðstøð í Norðoya Røktarheimið, bleiv ført fram av m.a. landsstýriskvinnuni í Heilsumálum, at ætlanin var at Norðoyggjar skuldu verða eitt sokallað ”Royndarøkið”. Men tað stendur ongastaðir í lógaruppskotinum.

Sambært almenna samskiftinum, byrjar tosið um at játtað 15 mió. kr. til at flyta kommunulæknar inn í Norðoya Røktarheim við at Sjálvstýrið og samgongan gera avtalu um fíggjarlógina fyri 2018.

 Tá so sjálvt lógaruppskotið verður lagt út á heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum til hoyringar, verður heldur einki nevnt um at talan er um eina serliga royndarverkætlan.

 Sí Uppskot um at útbyggja og umvæla Klaksvíkar Sjúkrahús TRÝST HER

 

_____

 

Niðanfyri eru nøkur brot úr almenna orðaskiftinum, sett í tíðarlinju:

 

Tann 29/9 2017

verður fíggjarlógin 2018 løgd fram í Fíggjarmálaráðnumsum ein semju millum samgonguna og Sjálvstýri.

…..Menningarætlanin fyri heilsuverkið verður sett í verk…..

…..nýggj endurmenningartænasta verður stovnað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Harumframt verða stórar íløgur gjørdar í sjúkahúsini komandi ár.

……Í 2018 og 2019 eru tilsamans 6 mió. kr. í játtan til at dagføra læknahúsini (gula hús) til eina endurmenningarmiðstøð, har nýtt viðgerðartilboð innan endurvenjing (neurorehabilitering) fer at verða veitt.

Harumframt verða 15 mió. kr. játtaðar til hølisumvælingar javnt býttar millum 2018 og 2019. Uppskot til verklagslóg, ið lýsir verkætlanina, verður framlagt í heyst……

http://www.fmr.fo/kunning/tidindi/figgjarlogaruppskotid-fyri-2018-storsta-avlop-i-16-ar/

 

Tann 29./9 2017

Boðar Skorheim frá í KVF: Sjálvstýri hjálpir samgonguni

Sjálvstýri fer at hjálpa samgonguni at samtykkja fíggjarlógina fyri 2018. Semjan kostar 21 milliónir krónur, sum fella í Klaksvík. 15 mió. til KS og 6 mió til TSK.

https://kvf.fo/netvarp/uv/2017/09/29/sjlvsstri-hjlpir-samgonguni

 

Tann 3/11 2017

er tíðindafundur í Almannamálaráðnum

Eyðgunn Samuelsen: Betri at vera pensjónistur

Fíggjarliga grundarlagið hjá pensjónistum verður styrkt og fólk verða eggjað til at arbeiða meira, sigur Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna

https://kvf.fo/greinar/2017/11/03/betri-vera-pensjonistur

 

Tann 15/12 2017 

Boðar heimasíðan hjá Almannaráðnum at nýggj pensjónsskipan er løgd fyri løgtingið.

http://www.amr.fo/kunning/tidindi/pensjonnyskipanin-logd-fyri-logtingid/

 

Tann 10. Januar 2018

leggur Heilsumálaráðið út uppskot um heilsumiðstøð í klaksvík

– til hoyringar á heimasíðuni.

https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10465/img-110153705-0001-1.pdf

 

11. januar 2018

skrivar Norðlýsið at heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum dagin fyri hevur lagt út uppskot til hoyringar á heimasíðuna um heilsumiðstøð í klaksvík

https://nordlysid.fo/tidindi/19855/byggja-heilsumidstod-a-klaksvikar-sjukrahusi-fyri-15-mio-kr

 

Tann 12. Januar 2018

boðar Sirið Steenberg frá í samrøðu við Norðlýsið:

Sirið: – Byrjanin uppá eina betri kommunulæknaskipan í Føroyum

Hetta er ein liður í at bøta um heilsutænasturnar sum liggja uttanfyri sjúkrahúsini í Føroyum. Vit byrja í Norðoyggjum, men ætla at gera líknandi avtalur kring alt landið, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum.

https://nordlysid.fo/tidindi/19863/sirid-byrjanin-uppa-eina-betri-kommunulaeknaskipan-i-foroyum

 

Tann 12. Januar 2018

útgreinar borgarstjórin í samrøðu við Norðlýsið at ætlanin er at flyta Heilsumiðstøðina inn í  Norðoya Røktarheim

https://nordlysid.fo/tidindi/19864/allar-heilsutaenastur-a-sama-stad

  

Tann 13. Januar 2018

hevur Norðlýsið samrøðu við Hera Ellingsgaard varastjóra í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum sigur at  fyrimunirnir fyri brúkaran eru eyðsýndir

https://nordlysid.fo/tidindi/19878/heri-fyrimunirnir-fyri-brukaran-eru-eydsyndir

 

Tann 22. Januar 2018

finst Magnus Magnussen kommunulækni at ætlanum at gera klaksvík til eitt royndarøki og ger greitt at kommunulæknarnir als ikki hava verið partar av verkætlanini…..

https://nordlysid.fo/tidindi/20013/heildaraetlan-laeknamidstodin-og-nordoya-roktarheim

 

Tann 25. Januar 2018

er nevndin í kommunufelagnum frammi og tekur frástøðu frá ætlanum hjá Heilsumálaráðnum um at gera Norðoyggjar til eitt royndarøkið.

https://nordlysid.fo/tidindi/20073/kommunulaeknafelagid-maelir-hardliga-fra-at-flyta-kommunulaeknavidtaluna-i-klaksvik

 

Tann 27. Januar 2018

svarar Sirið Steenberg einum grein 52 spurningi frá løgtingsmanninum Bill Justinussen.

http://logting.fo/files/casewrittenquestion/755/038.17%20Svar%20fra%20S.Stenberg%20til%20B.Justinussen%20-%20heilsumidstod%20i%20Klaksvik.pdf

 

Tann 1. Februar 2018

boðar Borgarstjórin frá í Norðlýsinum: Klaksvíkar kommuna verður ikki royndarverkætlan á hesum sinni

https://nordlysid.fo/tidindi/20154/klaksvikar-kommuna-verdur-ikki-royndarverkaetlan-a-hesum-sinni