Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú byrjar sólin so smátt at verma..

Oliver Joensen

 og tá fáa vit hug til ljósari og lættari pløgg enn tey vit bjálva okkum í um veturin, sigur Dora Frederiksberg frá Cheap.

Norðlýsið var inni á gólvinum og fregnaðist um summarkollektiónina, Dora Frederiksberg sigur okkum at handilin er líkasum deildur upp i tvey, nevniliga stovuhæddin og 1. hædd. í Stovuhædduni er stílurin til meira vaksin og her eru tað merkini Pulz og Culture, sum selja væl. Vit hava fingið summarkollektiónina heim og her eru lósu pastellitirnir teir mest dominerandi, men eisini eitt nú blátt og annað er til tey, ið ikki eru til pastellitir.

Á 1. hædd er stílurin meira til tey yngru, her selja vit merki sum Sisters, Point, Nosy May, Pieces og onnur og her er tað sama galdandi nevniliga pastellitir, ljóst og lætt. 

Sum viðskiftafólk okkara vita, so hava vit í stovuhæddini eisini skógvar og smykkur.

Um fáar dagar faa vit í Cheap at gera burturúr føðingardegnum hjá handlinum. Nú eru skjótt liðin 23 ár síðani Cheap lat upp fyrstu ferð og tað fer ikki bara aftur við borðinum, men tað koma vit til ein av fyrstu døgunum, sigur ein fyrikomandi Dora Frederiksberg úr Cheap at enda.