Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú stundar til Hvítusunnu – vikuskiftið er langt. Hvussu verður við veðrinum?

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í stuttum kann sigast um veðrið, at tað fer at líkjast tí, sum er í dag – við onkrum fráviki í løtum.

Í løtuni er vindferðin 5 til 10 m/s; ættin er útnyrðingur-norðan. Allar veðurstøðir hjá Landsverki siga frá sólglottum og 7 stigum. Hetta er vanligt hátrýstveður, soleiðis sum vit kenna tað – og vit skulu vænta hetta veðrið allan dagin í dag.
Í morgin ári fer vindurin at minka niður um 5 m/s. Ættin fer at sníkja seg niður ímóti vestri seinnapartin, og út á kvøldið veksur vindurin aftur upp í 5 til 10 m/s. Hitin um 7-8 stig. 
Hvítusunnudag verður eitt lot úr høgum vestri – og loftið eitt sindur blandað, sólglottar, skýggjað og okkurt ælið í støðum – meaðn hitin fer at liggja um 7-8 stig.
2. Hvítusunnudag fer ættin aftur at leita sær upp ímóti norðuri. Tað fer at mala úr ymsum ættum um middagsleitið, men út á seinnapartin er høgættin aftur. Skýggjað loft og turt, men seinni kunnu ælingar væntast.