Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú verða 2 stór flogbóltsvikuskifti í Klaksvík: 84 yngri lið luttaka í Mjølnir-kappingini

John William Joensen

Báðar teir næstu leygardagarnar verður KÍ-høllin karmur um Mjølnir-kappingina fyri tey yngru liðini, har fyrst 44 og síðani 40 flogbóltslið fara at dystast.

Nú leygardagin verður fyrri helmingur av Mjølnir-kappingini fyri yngru deildirnar avgreiddur, har íalt 44 lið fara at dystast í flogbólti, og næsta leygardag seta onnur 40 lið hvørjum øðrum stevnu í KÍ-høllini.

Mjølnir er eitt
týðandi felag.

Tað er sjón fyri søgn, at Flogbóltsfelagið Mjølnir telist millum tey mest siðvandu og týðandi flogbóltsfeløgini her á landi.
Sigandi dømi um hetta eru Mjølnir-kappingarnar, sum felagið á hvørjum skipar fyri vegna Flogbóltssamband Føroya.
Næstseinasta vikuskiftið var sum kunnugt skipað fyri Mjølnir-kappingini fyri tær vaksnu deildirnar, og nú standa so tær yngru deildirnar fyri tørni. Hesar kappingarnar verða í ár avgreiddar í tveimum, yvir tveir leygardagar, fyrst nú tann 17. januar og so aftur næsta leygardag, sum er tann 25. januar.

Hetta vikuskiftið

verða tað hesar deildir, sum fara at kappast:
 Gentur 12 ár
 Dreingir 12 ár
 Gentur 16 ár / kvinnuunglingar
 Dreingir 16 ár / mansunglingar

Lagt verður til brots leygarmorgunin kl. 09:00, og so verður hildið á, til øll tey luttakandi 44 liðini hava leikt sínar dystir, og vinnararnir eru funnir.

Næsta leygardag
verður so seinna helvt av kappingini avgreidd, tá íalt 40 lið í hesum deildum fara at dystast:
 Gentur 10 ár
 Dreingir 10 ár
 Gentur 14 ár
 Dreingir 14 ár.

Samanlagt
84 yngri lið.

Sostatt er talan um samanlagt 84 lið úr yngri deildum, so sigast má, at tey í Mjølni hava tvey hørð vikuskifti fyri framman.
Tað eru flogbóltsfeløgini: Fleyr, Mjølnir og Dráttur, sum á hvørjum ári skipa fyri kappingum, bæði í teimum vaksnu og teimum yngru deildunum. TB skipar somuleiðis fyri eini árligari kapping fyri yngru deildirnar.