Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj nevnd í Faroe Seafood

Oliver Joensen

Faroe Seafood hevur fingið nýggja nevnd, sum nú fer undir arbeiðið at venda gongdini í fyritøkuni, so virksemið aftur kann gerast lønandi

Føroya størsta fiskivinnufyritøka, Faroe Seafood, hevur fingið nýggja nevnd. Hetta hendi á eykaaðalfundi í Tórshavn í dag.

Fíggjarliga støðan hjá fyritøkuni er versnað munandi. Rakstrarhallini seinastu árini saman við stóru íløgunum í skip bera í sær, at skuldin í Faroe Seafood er nógv økt. Í dag er samlaða bruttoskuldin 590 mió.kr.

Høvuðsuppgávan hjá nýggju nevndini verður tí – saman við leiðsluni – at leggja kós fyri komandi árini og taka neyðugu stigini, so Faroe Seafood aftur kann gerast ein lønandi fyritøka.

Nevndin í Faroe Seafood er nú henda: Richard Mortensen, formaður, Frithleif Olsen, Jónsvein Knudsen, Eyðun Olsen og Leif Abrahamsen.

Partaeigararnir í Faroe Seafood eru hesir: Notio Seafood (29%), Framtak (27%), TransFarex (24%), Traustfang (14%), SP/F 29.03.2006 (5%) og P/F Vinnan (2%)