Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt Fotostudio í Klaksvík

John William Joensen

Í dag, 4 november letur nýggj fyritøka upp á Nólsoyar Pállsøtu 5 í Klaksvík.

Hetta er eitt sokallað fotostudio, ið eisini fer at selja smá myndatól og rammar. Handilin skal eita Frame foto.

Bárður Lydersen, ið eigur handilin hevur arbeitt sum myndamaður síðani 2002. Millum annað hevur hann starvast á Dimmalætting og Sosilainum. Hann hevur eisini gingið á fotoskúla í Danmark. Í løtuni undirvísir hann í kvøldskúlanum í Runavík. Hann hevur hildið fleiri skeið innan myndatøku og myndaviðgerð fyri fyritøkum, stovnum og privatum um alt landið. Hesi hava verið sera væl umtókt, og ætlanin er at halda fram við hesum. Datoini eru tó ikki sett enn.

Hann er sera dugnaligur innan fakið, hevur gott tol og eyga fyri góðum myndum. Hann sigur fyri okkum, at hann ætlar, at tað skal vera deiligt og hugnaligt at koma inn í handilin, og at dentur verður lagdur á góða tænastu, góðsku og góðir prísir.

Í samband við at Frame letur upp, er sniðgivin nýggj heimasíða.

Frame bjóðar ein kaffimunn og okkurt gott afturvið, eftir kl 14.00 í dag. Nøkur sera góð upplatingartilboð eru einsini at síggja. Øll eru vælkomin inn á gólvið, og síggja okkara hugnaliga hølið, sigur Bárður smílandi at enda

Harleyfacadeacryl