Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheimilaðu flytingarnar av veiðuloyvum eru einans á vaktini hjá Høgna Hoydal

John William Joensen

Í frágreiðingini um flyting av veiðuloyvum millum línuskip og uppisjóvarskip skrivar landstýrismaðurin m.a. … ein partur av hesum liggur í tíðini, áðrenn eg tók við sum landsstýrismaður….

Í frágreiðingini um flyting av veiðuloyvum millum línuskip og uppisjóvarskip skrivar landstýrismaðurin m.a. … ein partur av hesum liggur í tíðini, áðrenn eg tók við sum landsstýrismaður….

Men sambært VØRN vóru eingi veiðuloyvi flutt millum línuskip og uppisjóvarskip meðan Jacob Vestergaard var landstýrismaður, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevði gjørt sína niðurstøðu.

Høgni Hoydal skrivar:

…. Innanhýsis í Fiskimálaráðnum er ikki gjørd greið og endalig niðurstøða um, hvussu

niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni í desember 2014 skal gjøgnumførast.

– Hinvegin hava partarnir í fyrisitingini havt ymsar fatanir og í summum førum mótstríðandi

– Ein partur av hesum liggur í tíðini, áðrenn eg tók við sum landsstýrismaður, sum greitt verður frá niðanfyri.

– Ein annar partur av hesum liggur í tíðini, eftir at eg tók við sum landsstýrismaður, sum greitt verður frá niðanfyri.

-Talan er um viðurskifti, ið ikki eru nøktandi.

– Øll neyðug stig verða tikin til at rætta mistøkini, eftirmeta fyrisitingina og gera neyðugar broytingar.

Ongin greið uppfylging av niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni í 2014

Í tíðini áðrenn eg tók við sum landsstýrismaður 15. september 2015, hevur um

niðurstøðuna hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá 10. desember í 2014, har hon metti ikki, at lógar heimild er at flyta veiðiloyvi hjá línuskipi á uppsjóvarskip, verið sagt alment , at Fiskimálaráðið tekur niðurstøðuna til eftirtektar.

Men staðfestast kann, at ongin greið uppfylging verður framd í fyrisitingini…..

Heimildarloysi eigur Høgni Hoydal

Men tað er greitt í svarið frá VØRN til Norðlýsið at óheimilaðu flytingarnar av veiðuloyvum eru einans framdar í trimum málum, sum øll eru í tíðini hjá Høgna Hoydal í landsstýrinum:

”Vørn hevur í 3 førum flutt veiðiloyvi frá línuskip til uppsjóvarskip. Eitt loyvi í juni 2016 og tvey loyvi í mai 2017.”