Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis konsert í Mentanarhúsinum við Stanley Samuelsen & Jógvan Joensen v/orkestri

Tíðindaskriv

Í samband við Mentanarvikuna, verður ókeypis konsert í Mentanarhúsinum í kvøld, fríggjakvøld 20. september kl. 22.00, við tveimum sera dugnaligum tónleikarum úr Fuglafirði.

Í samband við Mentanarvikuna, verður ókeypis konsert í Mentanarhúsinum í kvøld, fríggjakvøld 20. september kl. 22.00, við tveimum sera dugnaligum tónleikarum úr Fuglafirði.

Stanley Samuelsen byrjar konsertina, har hann fer at framføra løg frá nýggju fløguni, Oktobir. Aftaná fer Jógvan Joensen, at framføra egin løg, men í kvøld hevur hann fult orkestur aftanfyri seg, fyri fyrstu ferð. Manningin hjá Jógvani er: Pætur Zachariassen, Heri Schwarts Jacobsen, Gudmar Hansen & Fríði Paulason Hentze.

Dyrnar lata upp kl. 21.30 og konsertin byrjar kl. 22.00

Konsertin er ókeypis.