Navnframi listamaðurin Olivur Við Neyst ferð allan november mánað at sýna fram sína list í Leikalund í Klaksvík.
Sjálvur kemur Olivur úr Klaksvík, har hann var føddur í 1953. Hann gekk á listaháskúlanum í Keypmannahavn í árunum 1975 – 1979. Olivur hevur haft eitt ótal av framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands, og er sera væl umtóktur sum listamaður.
Á framsýningini í Leikalund, sýnir Olivur framm vatnlit og pastellmyndir. Hetta eru skitsur hann hevur arbeitt við úti í náttúruni. Myndaevnini eru norðanfjørðs og úr Finlandi, har hann var í 2001.
Framsýningin verður í Leikalund í Klaksvík frá 3. november og mánaðin út. Ferniseringin verður fríggjakvøldið 3. nov. Kl. 19.00, Leikalund hevur opið til kl. 23.00 hetta kvøldið.
Upp –og afturlatingartíðir hjá Leikalund:
Mánadag – Leygardag 10.00 – 20.00




