Onnur útgáva av Miðnámsriti er komin út. Blaðið er ætlað miðnámsskúlalærarum, embætisfólki og øðrum, sum vara av miðnámi.
Onnur útgáva av Miðnámsriti er komin út. Blaðið er ætlað miðnámsskúlalærarum, embætisfólki og øðrum, sum vara av miðnámi.
Hesuferð er blaðið merkt av søguligum tilfari; men nýtt tilfar er eisini. Í vetur var hátíðarhald á Føroya Handilsskúla í sambandi við, at tað vóru 30 ár eru síðan, at bygningur út á Marknagili bleiv bygdur. Heðin Samuelsen helt røðu til hátíðarhaldið. Røðan hjá honum er prentað í blaðnum. Vit hava brot úr søguni hjá føroysku fakfeløgunum fyri miðnámsskúlalærarar. Jákup í Gerðinum hevur skrivað um YF (Yrkisfelagið), Eyðgunn Samuelsen hevur skrivað um FTL (Føroya Tekniska Lærarafelag). Somuleiðis er ein grein um LH.
Búgvi Poulsen og Tórður Johannesarson hava skrivað hvør sína grein um NÚ (námsfrøðiliga útbúgvingin) fyri miðnámsskúlalærarar. Olav Absalonsen hevur m.a. skrivað um Jules Dupuit og cost benefit greiningar av almennum verkætlanum. Í Miðnámsriti eru 10 greinir. Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson.
Sí leinkið: http://www.fh.fo/documents/8A8DBFD5-1793-4227-B088-0625F9AFAE22.pdf




