Í góðveðrinum í morgun liggur ein slóg av skúmi og aðrari óhumsku á Vánni niðanfyri Kryvjing. Umhvørvisstovan upplýsir at talan er um dálking sum ger skaða á tað lív sum eigur at verða í økinum. Kryvjing hevur givið lyfti um at hetta verður fingið í rættlag innan ein mánað. Pumpa verður upp til 90.000 litrar av blóð, feitt og slýggj út á Vánna hvønn tíma
Í góðveðrinum í morgun liggur ein slóð av skúmi og aðrari óhumsku á Vánni niðanfyri Krivjing. Umhvørvisstovan upplýsir at talan er um dálking sum ger skaða á tað lív sum eigur at verða í økinum. Krivjing hevur givið lyfti um at hetta verður fingið í rættlag innan ein mánað. Pumpa verður upp til 90.000 litrar av blóð, feitt og slýggj út á Vánna hvønn tíma
Lena Ziska, frá umhvørvisdeildini hjá Umhvørvisstovuni, sigur at talan er um dálking sum uttan iva skaðar umhvørvi á Vánni.
Í samband við ILA sjúkuna sum herjaði fyri árum síðan komu krøv at krivjivirkini skuldu samla alt vatn, blóð, feitt og annað sum kom frá framleiðslu á virkjunum og frá grunnbátunum í tangar til sóttreinsan.
Síðani verður klor latið í tangarnar at drepa bakteriur og síðani verða stóru tangarnir sum standa sunnan fyri virkið tømdir beinleiðis út á Vánna
Virkið hevur 3 uppsamlingstangar – tveir sum eru 20 m3 og ein 50 m3. Hesir verða síðani tømdir uppá skift hvønn tíma og tá tann stóri tangin verður tømdur fara 50.000 litrar í einum út á Vánna. Okkum er upplýst frá Kryvjing at tá mest verður arbeitt fara í meðal 90 m3 (90.000) litrar av sóttreinsað evju um tíman á sjógvin niðanfyri kryvjivirkið.
Men sum skilst var virkið ikki bygt til tað framleiðslu sum er í dag og tí síggja vit at blóð, slíggj, rosla o.a. í stórum nøgdum verða slept út á Vánna í einum, og tað er sera óheppi.
Eingin ivi er um at hetta er til skaða fyri umhvørvið á Vánni tí tað kemur í so stórum nøgdum at tað sæst slóð eftir á sjónum. Eisini er sera avmarkað við útskifting av sjógvi á Vánni og tí má hetta fáast í rættlag.
Vit hava í morgun tosað við virki hjá Bakkafrost í Klaksvík og verður sagt at alt gongur sum ætla við at fáa gjørt útleiðingina. Ætlanin er at arbeiðið skal verða liðugt 1. nov. 2014, varð sagt frá Umhvørvisstovuni í morgun.




