Hóast hann ikki er heilur, so er hann kvartur Klaksvíkingur, 22 ára gamli David Carry úr Aberdeen, ið fer at royna seg á enska OL-lands-liðnum í Athen í Grikkalandi.
"Tann 13. august fer Aberdeensvimjarin David Carry at standa ´s sínum plássi á bretska svimjiliðnum við upplatingarhátíðina fyri Olympisku leikunum í Athen. Hetta er úrslit av fyrireikingum hansara síðani hann var seks ára gamalur", skrivar skotska blaðið Press and Journal í útgávu síni týsdagin 14. mai.
"Klaksvíkingur"
David Carry er abbasonur Haslu Josepshen, dóttir Mallu og Hans Josephsen. Hasla giftist til Skotland við Alexander Elder. Alexander ella Alec, sum hann vanliga varð kallaður var væl kendur millum føroyskar trolaramenn. Hann var trolaraskipari sjálvur og eisini reiðari.
David Carry er sum sagt 22 ára gamalur og lesur búskap á Robert Gordon University. Men sigur David við blaðið Press and Journal, at nú hann skal fyrireika seg til olympisku leikirnar, hevur tað verið neyðugt at útseta lesingina, tí tá ein kappast á so høgum støði er ikki pláss fyri øðrum undir venjingunum.
David Carry venur fyri tíðina í Australia.
Áhugavert verður eisini hjá føroyingum at fylgja ensku svimjarunum, tí hvør veit, kanska fara vit at eiga part í einum enskum metalli við leikirnar í Athen.




