Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Rætta tíðin at avtaka Sp/f KÍ

Jákup Ósá

Magnus Arge er formaður í Sp/f KÍ. Hann sigur, at fíggjarstøðan í KÍ í løtuni er so mikið sunn, at rætta tíðin er komin til at avtaka Sp/f fyri at gera alt nevndar arbeiði nakað lættari.

Magnus Arge er formaður í Sp/f KÍ. Hann sigur, atfíggjarstøðan í KÍ í løtuni er so mikið sunn, at rætta tíðin er komin til atavtaka Sp/f fyri at gera alt nevndar arbeiði nakað lættari.

 

Tummas Lervig boðaði á Norðlýsinum í gjár frá, at KÍarbeiðir við at avtaka Sp/f KÍ og koyra virksemi yvir í móðurfelagið aftur. Menhvat er so orsøkin til, at hetta verður gjørt. Magnus Arge er formaður í Sp/fKÍ.

         Sp/f KÍ bleiv av fyrstan tíð sett á stovn fyriat skilja tingini at. Har besta mansliðið kundi rekast fyri seg og metti man táat hetta var ein fyrimunir fyri stuðlar og fíggjar arbeiði. Tá varfíggjarstøðan í felagnum eisini rættuliga sperd. Men nú er støðan ein onnur.Sp/f KÍ skyldar ongum leikara, venjara ella øðrum veitara nakað og hevur ongaskuld. Felagið er ikki ríkt og eigur ikki stórvegis av pengum og tað er heldurikki endamálið hjá felagnum. Men við at avtaka Sp/f KÍ verða nøkur ting nógvlættari. Vit sleppa frá nøkrum “dupult funktiónum” og krøvini til eit Sp/ffelag eru eisini munandi strangari. Partaeigararnir og nevndin hevur einkiímóti, at hendan broytingin verður gjørd og tí vænti eg, at virksemi hjá Sp/fKí verður flutt yvir í KÍ, har alt annars skal ígjøgnum, tá vit m.a. samskiftavið FSF, sigur Magnus Arge.

Hann sigur, at Effonevndin í móðurfelagnum KÍ kemur at koyravið júst somu uppgávum, har ein trímannanevnd verður skipað umframt eindagligan leiðara. Effonevndin verður vald á aðalfundinum 11. februar, sum taðliggur í kortunum og Magnus sjálvur sigur seg hava áhuga at halda fram í einarislíkari nevnd. Hann leggur afturat, at KÍ hópurin helst er endaligur fyri 2013.