Tey trý gjørdu ikki mætari enn at vinna hvør sín bólk, og harvið øll trý FM heitini til Treysti
Tað vóru avbera góð rennilíkindir, tá Bragdið sunnudagin kl. 13 skipaði fyri 5. Atlantic Airways Tórshavn Marathon og samstundis FM í marathon fyri menn, kvinnur og menn veteranar. Tað varð kappast í ymsum bólkum í marathon. Ein bólkur fyri 18-39 ár, ein fyri 40-49 ár og ein fyri rennarar yvir 50 ár.
Í FM kappingini í marathon er ørvísi bólkað, og er ein veteranur, um ein hevur fylt 45 ár áðrenn kappingarárið byrjar.
Startur og mál vóru í gongugøtuni uttanfyri Tinghúsið. Marathonrutan var harfrá og so fyrst eitt stutt umfar uppá 5,8 km runt í Havnini, og so bleiv leiðin løgd til Kaldbaks at venda og aftur. Tey sum runnu ½-marathon vendu nakað áðrenn Sund.
Áðrenn start var greitt, at FM-vinnarin seinastu fýra árini, Cecil Weihe, ikki fór at vera við. Orsøkin var at hann hevði brotið eitt rivjabein fyri viku síðani. Tí var lagt upp til eina spennandi FM kapping á marathonteininum hjá monnunum millum Sigurð B. Justinussen og Súna Lamhauge úr Bragdinum og Borgar Biskopstø úr Treysinum, og møguliga eisini Jóhan Havn úr Treystinum.
Men tað spennandi kappingina gjørdi Borgar Biskopstø til einkis beinanvegin, tí hann gjørdi sum hann plagar, við at leggja hart fyri og longu eftir 5,8 km var hann meira enn ein minutt frammanfyri hinar tríggjar, sum tá fylgdust. Longur teir komu út á rutuna, størri gjørdist munurin millum Borgar og hinar. Borgar hann økti støðugt um munin, og kom á mál, sum tryggur vinnari, umleið sjey minnuttir frammanfyri nummar tvey, og tað hóast at hann bleiv vístur skeivt á rutuni og harvið misti minst tríggjar-fýra minuttir. Tíðin hjá Borgari bleiv 2,54 tímar og er tað hansara besta tíð á marathon teininum. Kappingin um tey næstu plássini millum hinar tríggir varð avgjørd tá teir komu til Kaldbaksbotn. Tá var Sigurð sloppin nakað frammum Súna, meðan Jóhan var dragnaður nakað. Og tann støðan helt sær til teir komu á mál. Sigurð kom á mál sum numar tvey í tíðini 3,01 tímar og var hann ein minutt frammanfyri Súna. Jóhan Havn á fjóðra plássi kom á mál í tíðini 3.11 tímar.
Hjá veteranunum legði Pól Sundskarð úr Treystinum seg á odda frá byrjan og fekk eina tryggja leiðslu, men eftir 30 kilometrar fekk hann livurhøgg og darvaði tað hann restina av teininum. Men hann megnaði kortini at halda leiðsluna og gerast føroyameistari triðja árið á rað fyri veteranar. Tiðin hjá Pól bleiv 3,25 tímar. Nummar tvey gjørdist “klaksvíkingurin” Óli Olsen úr Bragdinum við tíðini 3,29 tímar, meðan Jógvan Thomsen úr Nólsoy og Bragdinum heldur óvæntað gjørdist nummar trý.
Hjá kvinnunum rann Fríðunn Steinberg úr Treystinum marathon fyri fyrstu ferð. Hennara mál var at koma undir fýra tímar, og tað málið náddi hon, tí hon kom á mál í tíðini 3,50 tímar. Nummar tvey hjá kvinnunum gjørdist Sondy Johansen úr Treystinum. Hon brúkti akkurát fýra tímar um teir góðar 42 kilometrarnar.
Harafturat skal nevnast, at Borgar Biskopstø eisini vann marathon-bólkin 40-49 og at Pól Sundskarð gjørdist nummar trý í hesum bólki. Jóhan Havn gjørdist nummar trý í marathon í bólkinum 18-39 og Tummas Joensen gjørdist nummar trý í marathon í bólkinum yvir 50 ár. Á øðrum teinum har rann Tummas Anthoniussen úr Treystinum ½-marathoni fyri fyrstu ferð og kom hann á mál í øllum góðum. Hjá kvinnunum, sum runnu 5,8 km, gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum nummar trý og hjá dreingjunum, sum runnu 3 km, gjørdist Beinir Johannesen úr Treystinum nummar tvey.
Tillukku FM vinnarar – tillukku Treysti!




