Guttorm Sørensen úr Treysti vann 4.umfar í Vetrarkappingini, sum var í Hvannasundi leygardagin
4. og næstseinasta umfar í vetrarkappingini var runnið í Hvannasundi leygarmorgunin. Líkindini at renna vóru brúkilig. Ælaveður, eitt lot og 7 hitastig. Ikki nakað sum kann ræða ein rennara. 33 rennarar settu stevnu niðri í fjøruni, har starturin til teir 10 kilometrarnar var.
Guttorm Sørensen úr Treysti legði bragdliga fyri, og legði seg beinanvegin trygt á odda. Regin Zachariassen úr Bragdið, Jan Elmar Sørensen úr Treysti og Sam Vang úr Bragdið royndu at fanga hann, meðan Eirikur Hansen úr Bragdið og Borgar Biskopstø úr Treysti heldur tíðliga mistu takið. Harða útleggið hjá Guttormi kostaði, og ferðin minkaði nakað. Hetta sær Regin, og roynir at taka Guttorm aftur, samstundis sum hann fer frá Jan Elmari og Sam. Tað var týðuligt, at Sam hevði trupulleikar teir fyrstu 6-7 kilometrarnar, og hann megnaði nú heldur ikki at fylgja Jan Elmari. Men brádliga vaknar Sam, og so kemur spenningur í aftur. Hann rennur Jan Elmar upp, og heldur eftir Regini. Nú er tað Jan Elmar sum má sleppa. Tá ein kilometur er eftir er Sam eisini farin fram um Regin, og hann hevur drigið ein hartarbeiðandi Jan Elmar upp undir liðina á Regini. Soleiðis sá út tá farið varð undir seinasta kilometur. Sam var nú farin at elta Guttorm, sum tó hevði eina rættiliga trygga leiðslu, og Jan Elmar og Regin lógu púra javnir.
Tað vísti seg tó, at tað nógva Sam hevði mist, var ov nógv at vinna inn aftur, og tískil kundi Guttorm renna fremstur á mál, við tíðini 35,16 min., 18 sekund frammanfyri Sam, við tíðini 35,34 min., sum hevði 10 sekund aftur til 3. plássið. Hetta varð avgjørt í einum spurti, har tað óivað var aldurin á muni, tá 17 ára gamli Jan Elmar rann frá 48 ára gamla Regini. Jan Elmar koma á mál í tíðini 35,44 min. sum er nýtt persónligt met hjá honum á hesum 10 km teininum.
Eisini hjá kvinnunum varð lagt harðliga til brots. Spurningurin um Súsanna Skylv Sørensen úr Bragdið kundi geva Bjørk Herup Olsen úr Bragdið kvalifiseraða kapping, varð tíðliga svaraður. Bjørk legði frá landi sum eitt fok, og allan vegin økti hon munin aftur til Súsonnu. Á triðja plássi kom Rannvá Djurholm úr Bragdið. Væntandi fara bæði Súsanna og Rannvá at geva Bjørk meira mótstøðu seinni. Rannvá hevur leingi verið darvað av einum skaða, meðan Súsanna júst er komin aftur av skíferð. Á teimum næstu fimm plássunum komu Treystakvinnurnar Sigrið Bjartalíð, Karin K. Petersen, Helga Johansen, Súsanna Jacobsen og Eyð Matras.
Veterankappingina hjá monnum vann Regin Zachariassen úr Bragdið. Á næstu plássunum komu úr Treysti teir báðir Borgar Biskopstø og Pól Sundskarð. Sørvingurin Jens Weihe úr Frælsi, var tryggur vinnari hjá superveteranunum. Her var Steindor Hjaltalin nr. 2 og debutanturin Gunnar Simonsen úr Norðdepli nr. 3. Eyð Matras úr Treysti var einsamallur luttakari í veteranbólkinum hjá kvinnum, og varð lønt við gullkrónu.
Dreingjabólkin vann Rúni Seloy væl frammanfyri Regin Joensen og Hans Jacobsen, sum hinvegin vóru rættiliga javnir. Regin var tó 12 sekund frammanfyri. Hesir tríggir umboða allir Bragdið. Rebekka Fuglø úr Treysti vann gentubólkin frammanfyri Hildur Poulsen úr Bragdinum.
5. og seinasta umfar av vetrarkappingini verður runnið á skjótu 10 km rutuni í Runavík 28. mars. Hóast fleiri bólkar longu hava funnið sín samlaða vinnara, er háspenningur í opna bólkinum hjá monnum. Her er lagt upp til ein sannan gysara millum Sam Vang úr Bragdinum og Guttorm Sørensen úr Treysti. Betri maðurin hendan dagin verður nevnliga eisini samlaður vinnari av vetrarkappingini 2008/9.




