Í dag fær Samleikin eina nýggja ávaring, sum skal hjálpa fólki at varnast møguligt svik. Ávaringin kemur fram í appini, um Samleikin varnast okkurt óregluligt við einari innritan.
Ávaringin verður tikin í nýtslu, tí nógv fólk í ár eru vorðin lumpað til at rita inn á falskar heimasíður og lata upplýsingar frá sær. Talan hevur ikki verið um trygdarbrot í Samleikanum.
Við umleið 52.000 brúkarum og nærum 100.000 innritanum um vikuna er Samleikin ein avgerandi tænasta, sum gevur atgongd til m.a banka-, heilsu- og borgaratænastur.