Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinnu hálvfinalurnar kunnu vera løgnar

Jákup Ósá

Vit hava fleiri ferðir sæð seinastu árini, at dystir, sum á pappírinum nærum hava sæð út sum avgjørdir, eru blivnir spennandi aftur í seinna hálvfinalu dystinum.

Í kappingini um løgmanssteypið eru hálvfinalurnar sermerktar við tað at her verður spælt tveir dystir í mun til øll hini umførini, har tað bara er ein dystur. Hetta gevur júst hesum dystunum nakað eyka, tí liðini hava hvør sín heimadyst, har fyrri dysturin einki avgerð.

Mikukvøldið vera seinnu hálvfinalurnar leiktar. KÍ og Víkingur hava besta útgangsstøðið. KÍ hevur 4-1 sigur á heimavølli frá fyrra dystinum, meðan Víkingur hevur 1-0 sigur á útivølli frá fyrra dystinum. Tí er helst upplagt fyri tey flestu at siga, at tað vera KÍ og Víkingur, ið møtast í finaluni. Men hyggja vit eftir, hvussu hevur gingið í hálvfinalunum seinnu árini so sást, at fleiri ferðir er veruligur spenningur komin í seinnu hálvfinaluni, hóast tey fæstu høvdu væntað tað.

Hyggja vit eftir dystum, har tað vendist ella er um at vendast í seinnu hálvfinalunum, so kunnu nakrir dystir nevnast. Í 2010 var tað soleiðis, at bæði liðini sum vunnu fyrra dystin ikki vunnu samanlagt. Í fyrra dystinum vann B36 2-1 á heimavølli móti EB/Streymi, men í seinna dystinum vann EB/Streymur 2-0 á sínum heimavølli. Víkingur fekk í fyrra dystinum gott útgangsstøðið við 2-1 sigri í Fuglafirði móti ÍF. Men í seinna dystinum gjørdu fuglfirðingar ikki mætari enn at vinna 3-0 í Norðragøtu. Í 2012 tóktist alt vera avgjørt, tá EB/Streymur á heimavølli vann 4-1 á HB. Men í seinna dystinum vendist alt á høvdið. Einu løtuna førdi HB 3-0 og var á veg í finaluna, men EB/Streymur fekk tvey útivallarmál, áðrenn HB skoraði tvey mál afturat til 5-2. Seinastu løtuna trýsti HB fyri at fáa avgerandi málið, men EB/Streymur vann uppá útivallarmál. Í 2014 hendi nærum tað sama. Víkingur vann greiðan 4-1 sigur á heimavølli móti EB/Streymi í fyrra dystinum. Men í seinna dystinum stóð á gomlum nøglum og seinasta hálva tíman trýsti EB/Streymur fyri at fáa avgerandi málið, eftir at støðan bleiv 2-0. Tað kom tó ikki. Í fjør var B36 favorittur at koma í finaluna eftir fyrru hálvfinaluna. Men 1-0 sigurin í Norðragøtu vísti seg ikki at vera nokk, tí Víkingur vann 2-0 í seinna dystinum.

Sostatt vísa hagtølini, at nógv kann henda í seinnu hálvfinaluni, hóast lið hava vunnið góðar sigrar í fyrra dystinum. NSÍ og KÍ dysturin byrjar kl. 18.30, har Eiler Rasmussen dømir, meðan Víkingur og Skála byrja kl. 19.00, har Lars Múller dømir.