Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sera áhugaverdur túrur hjá Norðoya Gongufelag runt í Klaksvík 15. mars 2009.

Norðoya Kunningarstova

Við framúr góðum frásøgumanni verður greitt frá søguligu gongdini í Klaksvík eins og gingið verður til teir ymsu býlingarnar

Túrurin byrjar við Norðoya kunningarstovu, har vit fyrst ganga norður eftir Stongunum í neðra, norð á Kósina. Síðani heim eftir ovaru vegunum um býlingin á Gørðum heim á Biskupsstøð, har farið verður oman til tann gamla býlingin.
Haðani verður so leiðin tikin fram við kirkjugarðinum og Skúlunum niðan á Grundir í Gerðum, og síðani oman til býlingin í Gerðum.
Úr Gerðum verður gingið niðan á Uppsalar, og haðani gjøgnum býlingin á Vágsheygnum oman í Vág.
Úr Vági gongur leiðin niðan Kirkjubrekkuna út á Selheygg, framvið Víkunum, út um Brekkuna og í Grótinum, og snarað verður oman Kelduskákið, og haðani heim gjøgnum Krotugrøvina heim í Klaksvíkina, har vitjað verður á Norðoya Fornminnasavni.
Úr Klaksvík verður so farið heim gjøgnum Búðarnar, í Horni og Víkarnar, til komið er heim um Fornagarðar, og farið verður inn í Christianskirkjuna, har túrurin endar.

Ferðaleiðari og frásøgufólk verður Jógvan Ravnsfjall, savnsleiðari á Norðoya Fornminnasavni, sum gjøgnum allan túrin kemur at greiða frá býlingunum og støðunum, komið verður til. Eisini greiðir hann frá Norðoya Fornminnasavni, meðan vitjað verður á savninum.

Inni í kirkjuni fer Alex Sólstein, fyrrverðandi skúlastjóri, at greiða frá um kirkjuna.

Áftaná, tá túrurin er liðugur, verður ein góður biti frá Dorius Frederiksberg at fáa í kirkjukjallaranum.

Tilmelding á Norðoya Kunningarstovu, tel 456939 ella info@klaksvik.fo

Túrurin byrjar kl. 13.15 frá Norðoya Kunningarstovu, og væntast kann, at hann alt í alt kemur at taka uml. 4 til 5 tímar.

Túrurin er lættur

Møguleiki verður eisini at fáa mált blóðtrýst áðrenn og eftir túrin