Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SF: Niður við toppskattinum

John William Joensen

Í altjóðagjørdum heimi er neyðugt at kunna draga arbeiðsmegi til sín, heldur SF, sum nú vil lækka inntøkuskattin.

Tó er ikki fastsligið, hvørji avgjald skulu koma í staðin.

Lægri skatt til øll. Hetta er boðskapurin frá SF, sum vilja nýta skattabroytingina sum ein møguleika til at lækka bæði topp-, botn og miðalskattin. Hetta sigur Nyhedsavisen.

“Vit hava tikið útgangsstøðið í, at vit liva í altjóðagjørdum heimi. Arbeiðsmegin verður alt lættari at flyta, tí er avgerandi, at vit lækka arbeiðsinntøkuskattin.
Hetta er fyri allar inntøkubólkar, sigur Ole Sohn, tingbólkaformaður og framsøgumaður í fíggjarmalum í SF við Nyhedsavisen og leggur dent á, at láglønarflokkar skulu hava størstu skattalættarnir.

Lokkandi at arbeiða eyka
Hjá CEPOS eru høvuðsbúskaparfrøðingurin Mads Lundby Hansen positivt bilsin av stuðlinum viðvíkjandi skattalættum.

“Hetta eru nýggir tónar fra SF, at hesir nú siga, at hægsti marginalskatturin (toppskatturin, red.) skal lækkast. Hetta er rósvert, tí hetta ger, at tað verður meiri lokkandi at arbeiða eyka, at útbúgva seg og dugnaligagera seg,” sigur hann.

Sambært Mads Lundby Hansen er toppskatturin einans lækkaður við 0,4 prosenteindum meðan Anders Fogh Rasmussen hevur rátt fyri borgum sum forsætisráðharri.

“ Og tað er ógvuliga lítið sammett við ta lækkan Poul Nyrup framdi, sum var fimm prosent. Tí er tað áhugavert, at SF nú er villugt at lækka skattin enn meiri”, sigur hann.

Hægri avgjøld
Spurdur um, hvussu skattalættarnir skulu fíggjast, svarar Ole Sohn:

“Her verður neyðugt, at ein óbundin skattakommisión hyggur at tí. Men tað kundi t.d. latið seg gera við orkuavgjøldum og hægri avgjøldum á sigarettum.”

nj
Kelda:180grader
www.keldu.com